Skriva út

Próvtøkuótti

Fjáltur í sambandi við próvtøku er bæði vanligur og skilligur, tá tú hugsar um álvaran í støðuni. Tað er heldur óvanligt, um tú ikki hevur fjáltur. Órógv, sveittutar hendur, kitlan í búkinum – hesi eru øll tekin um, at kroppurin er í tilbúgving. Men tað má hann eisini vera, tá tú í eitt avmarkað tíðarbil skalt gera títt allarbesta. Brúka fjálturin, tí hann er eyka orkutilskot.

Próvdómarin og lærarin kenna til trýstið og vita, hvussu tað kennist. Teir hava sjálvir staðið í hesi støðu, tá teir vóru studentar. Um tú ikki heilt hevur tak á fjáltrinum, eru nøkur einføld ráð, ið tú kanst royna:

  • Anda leingi og djúpt inn við opnum munni og anda spakuliga út, meðan varrarnar varisliga verða trýstar saman (so eitt ljódligt blásiljóð hoyrist).
  • Slá eina regluliga takt við fingrinum á búkin, soleiðis at tú leiðir títt uppmerksemið hagar.
  • Set teg í bilin, um tú hevur ein, koyr útvarpið frá og syng av øllum alvi. Hetta hitar eisini røddina upp.

Frá fjáltri til ótta

Flestu lesandi uppliva fjáltur, áðrenn og undir eini munnligari ella skrivligari próvtøku eina ella fleiri ferðir gjøgnum lestrartíðina. Vanligir summarfuglar í búkinum kunnu vera ein fyrimunur, tí teir hvessa uppmerksemið, og fáa okkum til at leggja meiri fyri og tískil fáa vit eitt betri úrslit. Fjálturin kann blíva til ótta, um tú hugsavnar teg ov nógv um upplivingina av fjáltrinum og letur tankan um hann forða fyri vitanini um evnið og fyri framløguni av henni.

Próvtøkuótti vísir seg á ymsan psykiskan og fysiskan hátt og kann koma av ymsum orsøkum. Óttin kann koma fram í ávísum støðum ella bara tilvildarligt uttan at fylgja einum mynstri. Hevur mann fingið trupulleikar við próvtøkuótta, letur til, at hann verður verri við tíðini, um tú ikki søkir tær hjálp.

Tað er ymiskt frá persóni til persón, hvussu nógv ein verður merktur av próvtøkuóttanum, og hvussu stóran týdning hann hevur í mun til próvtøkuna. Hóast próvtøkuóttin ikki er líka ringur hjá øllum, er hann slítandi í longdini.

Tað er eingin undurviðgerð av próvtøkuótta, men tað eru ymsir hættir, sum kunnu hjálpa teimum flestu við at fáa bilbugt við hann.

Tó eru tað hópin av lesandi, ið uppliva meiri darvandi ótta, tá tað kemur til próvtøkur.

Tað verður ein strongd støða, ið leiðir til negativar tankar um ein sjálvan og evnini hjá einum. Hjá summum er óttin so ógvusligur, at tey mugu leita sær hjálp hjá sálarfrøðingi.

Hjálp til at sleppa av við fjálturin

Um tú stríðist við próvtøkuótta, so halt teg ikki aftur við at leita tær hjálp frá lestrarvegleiðaranum á tíni deild. Les meira HER.