Skriva út

Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark

Vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum

Ráðgevingin veitir føroyingum hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Øll kunnu venda sær til Ráðgevingina við at ringja, faxa, senda teldupost ella vitja persónliga

Ráðgevingin er ein sjálvsognarstovnur, settur á stovn 1. mai 1984. Stovnurin er fíggjaður á Løgtingsfíggjarlógini. Tveir sosialráðgevar arbeiða á stovninum ávikavist 30 og 32 tímar um vikuna.

Ráðgevingin hevur skrivstovu í Føroyahúsinum á Vesterbrogade. Ein dag um vikuna er ein ráðgevi á Sjúklingahotellinum Tórshavn.

Endamálið hjá Ráðgevingini er:

  • at veita føroyingum í Danmark hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum
  • at reka upplýsandi arbeiði á nevndu økjum mótvegis einstaklingum, myndugleikum og stovnum her og heima
  • at virka sum millumlið millum føroyingar í Danmark og myndugleikar og stovnar her og heima innan nevndu økir.

Les meira á HER