University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Lestrarlív

Lestrarráð

Ger tína ávirkan galdandi og kom at virka í lestrarráðnum á tínari deild.

Sessir eru fyri bæði lesandi og starvsfólk, so hetta er títt høvi at koma upp í part og gera tína ávirkan galdandi í innanhýsis góðskumenningini av útbúgvingum á Setrinum..

Sum limur í lestrarráðnum fært tú serstakt innlit í útbúgvingarvirksemið á deildini og kann fáa ávirkan á innihaldið í útbúgvingunum, og hvussu tær eru skipaðar og lýstar. Lestrarráðini eru eisini týðandi partur av góðskuarbeiðinum á deildini, og er tað avgerðandi, at ráðini eru væl mannað, soleiðis at Setrið hevur góðar viðleikarar í støðugu menningini av góðskuni av okkara útbúgvingum og skeiðum.

Starvsfólk vera vald fyri eitt 3 ára tíðarskeið, og lesandi vera vald í eitt 2 ára tíðarskeið.

Nærri kunning um ráðini er at finna longur niðri á hesi síðuni.

Opið er fyri uppstillingum 13. til 26. apríl, og tit stilla upp við at fylla út váttan um uppstilling og senda hana til Lestrarskrivstovuna á LSS@setur.fo.

Øll lesandi og vísindastarvsfólk, ið eru innskrivað á útbúgving ella í starvi (íroknað ph.d.-lesandi) á Setrinum tann 1. apríl, eru valbær, so tað er bara at stilla upp.

Sí leinki til váttan um uppstilling niðast á hesi síðu.

Tá allar váttanir eru skrásettar av valnevndini, verður valið skotið í gongd á talgildum palli tann 4. mai og lokar 17. mai 2026. Nærri kunning um hvussu tit atkvøða kemur seinni.

Eftirlit við menningini av útbúgvingum Setursins

Við heimild í § 17 í løgtingslóg nr. 58 frá 9. juni 2008 um Fróðskaparsetur Føroya við seinni broytingum ásetur Stýrið felags reglugerð galdandi fyri øll lestrarráð á Fróðskaparsetri Føroya.

Lestrarráð skulu tryggja dygdina í útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya og tryggja undirvísarum og lesandi ávirkan á innihaldið í undirvísingini.

Virkisøki og heimildir

Yvirskipaða uppgávan hjá lestrarráðnum er at hava eftirlit við, at útbúgving og undirvísing verða støðugt mentar.

Lestrarráðið hevur tí m.a. til uppgávu at:

  1. Virka fyri, at endamálið um granskingargrundaða útbúgving á altjóða stigi verður rokkið
  2. Viðmerkja útbúgvingarprofilar, námsskipanir og nýggjar ella nógv broyttar skeiðslýsingar
  3. Viðmerkja tilmæli frá útbúgvingarleiðara um korrigerandi átøk sum liður í eftirmeting av undirvísing og útbúgvingum
  4. Góðkenna umsóknir um avriksflutning eftir tilmæli frá útbúgvingarleiðara og tryggja, at tær verða viðgjørdar á rættan hátt
  5. Stuðla undir átøk, sum menna útbúgving og undirvísing á Fróðskaparsetri Føroya

Skipan av lestrarráði

Eitt lestrarráð er fyri hvørja deild á Setrinum. Vísindastarvsfólk og lesandi  hava eins nógv umboð í lestrarráðnum, og talið av limum er hetta: 

  • Føroyamálsdeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi  
  • Námsvísindadeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi 
  • Náttúruvísindadeildin: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi 
  • Søgu- og samfelagsdeildin: 4 vísindastarvsfólk og 4 lesandi 
  • Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi: 3 vísindastarvsfólk og 3 lesandi 

Les meira um lestrarráð í reglugerðini fyri lestrarráð á Fróðskaparsetri Føroya og í mannagongdini fyri lestrarráðsvali.