Skriva út

Lestrarráðið á deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi

Í ráðnum sita:

  • Durita Gunnvør Joensen, námslektari og forkvinna

  • Kristianna Lund Dam, námslektari og útbúgvingarleiðari fyri B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði

  • Marin Strøm, lektari og útbúgvingarleiðari fyri Master í fólkaheilsu

  • Heidi Skorá Deveci, sjúkrarøktarfrøðilesandi og næstforkvinna

  • Katrina Lognberg, sjúkrarøktarfrøðilesandi 

  • Turid Bjarnadóttir Andreassen, sjúkrarøktarfrøðilesandi 

  • Judith Marjunardóttir Guttesen, fyrisitingarligur samskipari (fastur skrivari)


Umboð fyri vísindastarvsfólk sita trý ár í senn, umboð fyri lesandi sita eitt ár í senn.

Uppgávan hjá lestrarráðnum

Yvirskipaða uppgávan hjá lestrarráðnum er at hava eftirlit við, at útbúgving og undirvísing verða støðugt ment.
Lestrarráðið hevur tí m.a. til uppgávu at:

  1. Virka fyri, at endamálið um granskingargrundaða útbúgving á altjóða stigi verður rokkið.

  2. Góðkenna útbúgvingarprofilar og námsskipanir

  3. Viðgera eftirmeting av undirvísing og útbúgvingum og gera tilmæli til útbúgvingarleiðara um korrigerandi átøk.

  4. Góðkenna umsóknir um góðskrivingar og tryggja, at tær verða viðgjørdar á rættan hátt.

  5. Virka fyri, at samvirkandi fyrimunir millum útbúgvingar verða gagnnýttir.

Tak niður viðtøkurnar fyri Lestrarráðið á DHS HER:

Komandi lestrarráðsfundir

  • 17.11.2021