Skriva út
Lestrarráðið
á Námsvísindadeildini
Vísindastarvsfólk:
Sigrid Vesturgarð, forkvinna
Sissal Maria Rasmussen
Katrin av Kák
Lesanadi:
Gunnvá Poulsen, næstforkvinna
Sára Várdis Sandoy
Esmar Æðustein Poulsen
Gunn Dania Arnljótsdóttir Simonsen
Sonni Oddbjørn Johnsson, eykalimur
Tóri Atlason, eykalimur
Isabella Næs, eykalimur
Uppgávan hjá lestrarráðnum
Yvirskipaða uppgávan hjá lestrarráðnum er at hava eftirlit við, at útbúgving og undirvísing verða støðugt ment.
Lestrarráðið hevur tí m.a. til uppgávu at:
- Virka fyri, at endamálið um granskingargrundaða útbúgving á altjóða stigi verður rokkið.
- Góðkenna útbúgvingarprofilar og námsskipanir
- Viðgera eftirmeting av undirvísing og útbúgvingum og gera tilmæli til útbúgvingarleiðara um korrigerandi átøk.
- Góðkenna umsóknir um góðskrivingar og tryggja, at tær verða viðgjørdar á rættan hátt.
- Virka fyri, at samvirkandi fyrimunir millum útbúgvingar verða gagnnýttir.