Skriva út

Góðskrivingar á Náttúruvísindadeildini

Setrið kann, eftir umsókn og fakligari meting, játta at góðskriva skeið og partar av útbúgvingum, sum eru lokin á Setrinum, ella á øðrum universitetum.

Hvat kann verða góðskrivað

  1. Longu loknir partar av aðrari útbúgving á sama fakliga stigi á Setrinum ella øðrum universiteti, sum kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.

  2. Undangóðkenning í sambandi við lestrarvist: Partar/skeið/eindir, sum lesandi taka á útlendskari útbúgving á sama fakliga stigi, sum kunnu koma í staðin fyri partar av tí setursnámi, sum tann lesandi hevur søkt um upptøku til ella er innskrivaður til.

Hvussu nógv kann verða góðskrivað

Lestrarráðið tekur avgerð um allar góðskrivingar eftir tilmæli frá viðkomandi útbúgvingarleiðara. Har námspartar longu eru loknir á øðrum lærustovni, kunnu teir verða góðskrivaðir í tann mun hesir samsvara innihaldsliga og eru á minst sama fakliga stigi sum teir partar av útbúgvingini, ið søkt verður um góðskriving fyri. Útbúgvingarleiðarin mælir í hvørjum einstøkum føri til, hvussu nógv kann góðskrivast.

At fyrireika umsóknir um góðskriving til lestrarráðið á Náttúruvísindadeildini

Umsóknin skal latast deildarskrivstovuni á nvd@setur.fo merkt “Umsókn um góðskriving”. Vegleiðandi viðgerðartíð er 2 mánaðir, men kann undir ávísum umstøðum vera longri, t.d. mugu umsóknir sum viðvíkja skeiðum, sum byrja í august verða latnar inn í seinasta lagi 15. apríl. Í heilt serligum førum kann umsóknin verða skundviðgjørd. Lestrarráðsskrivari metir um umsóknin er fullfíggjað og skikkað til viðgerð og letur hana til víðari avgreiðslu hjá viðkomandi útbúgvingarleiðara. Vanta upplýsingar, verður umsóknin víst aftur til umsøkjaran. Útbúgvingarleiðarin viðger fullfíggjaðu umsóknina og ger tilmæli at leggja fyri lestrarráðið til endaliga støðutakan.

Gevið gætur, at upprunapróvskjøl ella próvtalayvirlit yvir skeið skulu vera váttað við undirskrift og stempli frá viðkomandi útbúgvingarstovni. Eisini skal øll skjalfesting, eitt nú skeiðslýsingar, latast inn í pfd formati, og tað skal gerast greitt í teldupostinum, hvørji skjøl eru hjáløgd. Tað er ikki nøktandi at vísa til leinki á heimasíðu hjá viðkomandi universiteti.

Tann lesandi hevur ábyrgd av, at umsóknin um góðskriving er fullfíggjað og lýkur krøvini, sum eru lýst omanfyri og í umsóknarblaðnum. Lestrarráðsskrivarin og útbúgvingarleiðarin hava ábyrgdina av, at fyrisitingarligar og útbúgvingarligar góðskrivingarmannagongdir verða fylgdar.

Sí eisini vegleiðingina í umsóknarblaðnum.

Tak niður umsóknarblað til umsókn um góðskriving