Skriva út

Seturskaféin

Frælsi 20

Í apríl 2014 var tann fyrsta Seturskaféin. Byrjað varð í smáum í táverandi hølunum hjá teimum lesandi í Bókbindaragøtu 8 í Eysturbýnum í Havn. Seturkaféin var væleydnað, umleið 40 lesandi komu á gátt.

Í november 2015 flutti Seturskaféin í Fr. Petersens gøtu 9, har tað javnan hevur verið kafé fríggjadagar seinnapart og -kvøld.

Á vári 2017 gjørdi Ráð teirra lesandi avtalu við leiðsluna á Setrinum um at yvirtaka kantinuna á Námsvísindadeildini á Frælsinum frá 1. mai 2017 at rokna.

Hølini verða í fyrsta umfari nýtt til Seturs-café og annað virksemi.

Fyrsta tiltakið í nýggju hølunum var 4. mai 2017, tá lesandi fingu høvi at hoyra amerikansku sendikvinnuna, Rebekah Drame, greiða frá um møguleikarnar fyri skiftislestri í USA.

Síðani hava tiltøk regluliga verið hildin í hølunum á Frælsinum, og hetta er nakað, ið ráðið heldur fram við at skipa fyri.