University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Samstarv

Depilin fyri heilsu- og almannagransking

Center of Health Science
Screenshot 2026 04 24 At 15 04 30 Nýtt Búmerki Og Nýggj Gransking Setur

Fróðskaparsetur Føroya, Landssjúkrahúsið og táverandi Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu gjørdu í 2014 samstarvsavtalur m.a. við tí endamáli at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.

Tá gamla sjúkrakassaskipanin varð avtikin, varð avlopspeningur settur í grunn til at menna heilsuøkið í Føroyum. 

Sum partur av samstarvinum millum omanfyrinevndu stovnar varð Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking settur á stovn í 2016. Í desember 2019 kom Ílegusavnið uppí samstarvið.

Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð niðurløgd í 2023, men granskinginin á deildini, heldur fram í Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.

Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking er staðsettur bygnaðarliga á Fróðskaparsetrinum. Eitt umboð frá hvørjum stovni er í stýrinum.

Maria Skaalum Petersen er leiðari á Deplinum.