Skriva út

3. Vísindastarvsfólk:

Sett verður eitt vísindastarvsfólk í 3 ára lektara- ella professarastarv í heilsuvísindum/fólkaheilsu/sosialari heilsu. Viðkomandi starvsfólk fær leiðandi leiklut í granskingarsamstarvinum millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið. 2,5 mió. kr. verða settar av í tíðarskeiðinum 2016 – 2018 (3 ár) til endamálið.

Fróðskaparsetrið, Landssjúkrahúsið og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu skrivaðu undir samstarvsavtalur á vári 2014, ið hava til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum. Stuðulinum úr Sjúkrakassagrunninum ger tað nú møguligt hjá samstarvsstovnunum at leggja sterkari fíggjarligar karmar um hetta arbeiðið. Við nýggju størvunum skapast møguleiki fyri at samskipa, menna og styrkja føroyska heilsugransking og til at skipa nýggjar útbúgvingar, ið skulu viðvirka til framhaldandi menning og trygging av føroyska heilsu- og almannaverkinum.

Partarnir fegnast um avtaluna, sum nú er undirskrivað.

- “Likamlig, sálarlig og sosial heilsa hava avgerandi týdning fyri lívførið hjá føroyska samfelagnum og tí mugu vit lyfta í felag fyri at møta framtíðar tørvinum. Vit eru sannførd um at við at skipa ein Depil fyri heilsugransking so kunnu vit røkka setninginum um at veita føroyska – og altjóða - samfelagnum viðkomandi og neyðuga gransking, sum kann gagnnýtast til at betra um og málrætta heilsufakligu tænastuna heilsustøðuna í Føroyum. Stuðulin úr Sjúkrakassagrunninum tryggjar eitt gott útgangsstøði fyri deplinum”.

Stuðulin til samstarvið um at menna heilsuøkið er ikki beinleiðis avmarkaður til hesar stovnarnar, sum undirskriva í dag, hóast peningurin er oyramerktur til ávís endamál.

Hugsanin er heldur, at tað við hesi avtaluni verður stuðlað undir, at tað verður bygdur ein kjarni, sum til ber at kopla meira og fleiri uppá, so hvørt tað er høvi til tað.