Skriva út

Fróðskaparrit

Árligt tíðarrit við vísindagreinum

Fróðskaparrit er árligt tíðarrit við vísindaligum tilfari úr og um Føroyar og føroysk viðurskifti. Greinar eru innan øll vísindalig økir og skrivað verður bæði á føroyskum, enskum og donskum. Í røðini eru higartil komnar 64 bøkur. Næsta bókin kemur væntandi á sumri 2019.

Fróðskapur hevur givið út Fróðskaparrrit síðani 2005. Tá tók forlagið yvir útgávuna av Fróðskaparritum frá Føroya Fróðskaparfelag, sum við dyggum stuðli frá Mentannargrunni Landsins gav út Fróðskaparrit frá 1952 til 2004.

Ritstjórar fyri Fróðskaparritum eru Malan Marnersdóttir, Hans Andrias Sølvará, Eyðfinn Magnussen og Marin Strøm.

Fróðskaparrit talgilt

Fróðskaparrit er í dag tøkt talgilt á fsj.um.fo
Higartil eru ritini frá 57 til og við 64 tøk.
Nýggjar greinar verða lagdar út, so hvørt tær eru góðkendar.

Vísindagreinir til Fróðskaparrit

Hevur tú eina grein til Fróðskaparrit, kanst tú senda hana inn umvegis heimasíðuna seta teg í samband við ritstjórnina á frodskapur@setur.fo

Høvundaleiðbeining

Heinta vinaliga høvundaleiðbeining til Fróðskaparrit HER

Hald av Fróðskaparriti

Hevur tú hug at halda Fróðskaparrit, kanst tú senda ein teldupost til bms@bms.fo

Hugskot og handrit eru vælkomin

Hevur tú eitt handrit, hugskot til eitt handrit, sum tú heldur kundi verið givið út á Fróðskapi ella spurningar í sambandi við útgávu av vísindaligum tilfari, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

Hevur tú eina grein til Fróðskaparrit?

Seta teg í samband við ritstjórarnar