Skriva út

Hugin & Munin


Granskingardepilin gav í árunum 2000 til 2004 út tíðindabrævið Hugin & Munin, sum kom út nakrar ferðir um árið. Í Hugin & Munin eru umrøður av viðurskiftum viðvíkjandi økismenning, bæði í Føroyum og í londunum kring okkum.
 
Endamálið var at birta uppundir orðaskifti um, hvussu tað kann gerast so liviligt sum til ber kring landið. Hugin & Munin leggur seg eftir at greiða frá ymiskum royndum í øðrum londum, sum kunnu vera viðkomandi í føroyskum orðaskiftum, og í hvørjum blað verður kjak grein um økismenning.


Útgávurnar av Hugin & Munin er í PDF-format niðanfyri