Skriva út

Bókasavnið

- hjá deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi er staðsett í Sjóvinnuhúsinum

Útlán

Bókasavnið hjá Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi er er eitt stovnsbókasavn uttan alment útlán.

Møguleiki er tí IKKI fyri at læna bøkurnar í savninum heim við. Men til ber at brúka tilfarið í lestrarhølum á staðnum á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi.

Leita í talgildu skrásetingini av bókum

Til ber at leita eftir tilfari í bókasøvnunum hjá Setrinum í hesum leitigrunni.

Bókavørður

Herluf Hansen, bókavørður, er knýttur at bókasøvnunum á Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Deildina fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og Náttúruvísindadeildini.

Herluf Hansen hevur fakligu røktina av bókasøvnunum um hendi. Hetta fevnir millum annað um vegleiðing, skráseting og útvegan av tilfari.

Sambært samstarvsavtalu frá 1994 og seinni dagførd, er bókavørðurin hjá Setrinum fakliga knýttur at Landsbókasavninum.

Upplatingartíðir

Leiðbeining fæst á Landsbókasavninum mánadag-hósdag  kl. 10-18 og fríggjadag kl. 10-17. Samband fæst eisini umvegis telefon 340525 ella teldupost: lbs@landsbokasavnid.fo