Bókasavnið
á Søgu- og samfelagsdeildini
Bókasavnið hjá Søgu- og samfelagsdeildini er staðsett í Jónas Broncks gøtu 25.
Útlán
Bókasavnið hjá Søgu- og samfelagsdeildini er eitt stovnsbókasavn uttan alment útlán.
Møguleiki er tí IKKI fyri at læna bøkurnar í savninum heim við. Men til ber at brúka tilfarið í lestrarhølum á staðnum.
Leita í talgildu skrásetingini av bókum
Til ber at leita eftir tilfari á bókasavninum hjá Setrinum í hesum leitigrunni.
Bókavørður
Herluf Hansen, bókavørður, er knýttur at bókasøvnunum á Føroyamálsdeildini, Søgu- og samfelagsdeildini, Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og Náttúruvísindadeildini.
Herluf Hansen hevur fakligu røktina av bókasøvnunum um hendi. Hetta fevnir millum annað um vegleiðing, skráseting og bókakeyp.
Sambært samstarvsavtalu frá 1994 og seinni dagførd, er bókavørðurin hjá Setrinum fakliga knýttur at Landsbókasavninum.
Upplatingartíðir
Leiðbeining fæst á Landsbókasavninum mánadag-hósdag kl. 10-18 og fríggjadag kl. 10-17. Samband fæst eisini umvegis telefon 340525 ella teldupost: lbs@landsbokasavnid.fo