Skriva út

Bókasøvn á Setrinum

Bókasøvn eru ein týdningarmikil liður í lestrinum, og tí er umráðandi, at lesandi gagnnýta bókasøvnini.

Á Setrinum eru fakbókasøvn úti á fleiri deildum. Í summum førum kunnu studentar á deildunum læna tilfar út við, og í øðrum førum er tilfarið bert tøkt at brúka á sjálvum bókasavninum.

Flestu bøkur eru skrásettar talgilt, og tí ber til at leita eftir bókunum í bókasavnsgrunninum bokasavn.fo.

Bókasøvnini kring landið eru eisini skrásett í hesum grunni, Býarbókasavnið í Tórshavn undantikið.

Skalt tú á www.bokasavn.fo at leita eftir tilfari, kanst tú velja leiting í øllum grunnum samstundis - ella í einum ávísum grunni.

“Snarleiting” er einfaldasti leitihátturin, meðan “Víðkað leiting” og “Leiting í skrá” gera tað gjørligt at leita meira skipað og nágreiniligari.

Undir "Bókasavnsleitigrunnar" til høgru eru leinki at finna til bókasavnsgrunnar á netinum.

Bókavørðar eru knýttir at deildarbókasøvnunum.

Sí nærri upplýsingar um deildarbókasøvnini við at trýsta á deildirnar í myndavalinum til høgru.