Skriva út

Bókasavnið

- á Námsvísindadeildini

Á Námsvísindadeildini á Frælsinum 20 er bókasavn, sum lesandi og starvsfólk kunnu brúka. Bókasavnið á Námsvísindadeildini hevur eitt breitt úrval av bókum um lærara- og námsfrøðingaøkið, og eisini aðrar fakbókmentir. Bókasavnið er ein týdningarmikil liður í lesnaðinum, og tí er umráðandi, at lesandi gagnnýta tað.

Leita í talgildu skrásetingini av bókum

Bøkurnar á bókasavninum eru talgilt skrásettar, og tú kanst leita eftir bókum HER . Fleiri onnur bókasøvn, t.d. Landsbókasavnið, bókasøvnini á Fróðskaparsetrinum og Býarbókasavnið, eru eisini skrásett í hesum grunni.

Til ber at leita eftir bókum í bókasavninum hjá Námsvísindadeildini í hesum leitigrunni.

Útlán

Í august mánaði fáa lesandi lánarakort. Bøkur kunnu verða læntar út ein mánað í senn. 
Er bókavørður ikki til staðar, tá ið lænt verður, ber til at brúka sjálvlánið.

Bókavørður

Leiðbeining fæst á Landsbókasavninum mánadag-hósdag  kl. 10-18 og fríggjadag kl. 10-17. Samband fæst eisini umvegis telefon 340525 ella teldupost: lbs@landsbokasavnid.fo