Skriva út

Býarbókasavnið

- bókasavnstænasta til lesandi og granskarar á Setrinum

Á Býarbókasavninum eru góðar umstøður at sita og lesa og gera uppgávur. Bókasavnið hevur flestallar føroyskar bøkur og eitt stórt úrval av útlendskum føgrum bókmentum og yrkisbókmentum og haraftrat føroyskar ljóðbøkur og eitt úrval av donskum. DVD-filmar eru eisini til láns.

Býarbókasavnið heldur øll føroysk bløð og tíðarrit og eitt úrval av útlendskum. Eldri tíðarrit kunnu lænast heim við. Bókasavnið hevur somuleiðis handbøkur, leksika og orðabøkur. Aftrat tí kemur eitt úrval av leksika og handbókum á netinum, tó er bert atgeingi á bókasavninum.

Vilt tú læna eina bók ella grein, sum bókasavnið ikki eigur, kann Býarbókasavnið royna at útvega tilfarið frá einum øðrum bókasavni.

Tað er ókeypis at nýta teldur, skannara og prentarar, men kostnaðurin at prenta út er 1 kr. fyri arkið.

Eisini ber til at kopiera, faxa og laminera á bókasavninum. Til ber at lesa um prísin av hesum á heimasíðuni hjá Býarbókasavninum.

Adressa:

Niels Finsens gøta 7
100 Tórshavn
Tlf.nr: 302030 
Teldu-postur: bbs@bbs.fo
Heimasíða: www.bbs.fo

Avgreiðsla:


Mánadag - hósdag: kl. 9.00-21.00 
fríggjadag: kl. 9.00-18.00 
leygardag: kl. 10.00-16.00
sunnudag: kl. 14.00-17.00