Skriva út

Um Føroyskt Lógarrit (FLR)

Føroyskt Lógarrit (FLR) er eitt óheft løgfrøðiligt/stjórnmálafrøðiligt tíðarrit. FLR skipar fyri at geva út tilfar, ið lýsir og greinar mál av týdningi fyri føroyska løgdømið. Nógvar ymiskar greinar um ymisk løgfrøðilig og stjórnmálafrøðilig viðurskifti hava verið prentaðar í FLR. Føroyskir og útlendskir frøðingar hava skrivað greinar um t.d. altjóða lóg, fullveldi, oljulóggávu, skatt, sosial rættindi, stjórnarrætt, fyrisitingarrætt, valdsbýti og føroyska stjórnarsøgu. Greinar hava verið skrivaðar á føroyskum, donskum og enskum. Vanliga er ein enskur samandráttur skrivaður av greinunum. 

Í tí fyrsta ritinum (vol. 1, no. 1), sum kom út í januar 2001, segði Kári á Rógvi, ritstjóri, hetta um týdningin av einum frøoyskum lógarriti:"Tørvurin á ienum lógarriti kann neyvan undirmetast. Føroyar hava altíð verið egið løgdømi við egnum lógum og dómum. Talið av lógum, dómum og avgerðum, ið bert hava gildi í Føroyum er stórt. Við nýggju stýrisskipanarlógini eru nú lógir, ið bert eru skrivaðar á føroyskum."

FLR verður stýrt av eini ritstjórn, sum er hægsti myndugleiki. Ritstjórnin verður vald á hvørjum ári. Øll lógkøn og stjórnarkøn kunnu møta á fundi at velja ritstjórnina. Ein ritstjóri verður valdur. 5-9 lógkøn ella stjórnarkøn verða vald. Eisini verður eitt umboð fyri Søgu- og samfelagsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya valt.

Ritini og aðrar útgávur verða fíggja við stuðli frá almennum myndugleikum, privatum stuðlum og haldaragjøldum.