Skriva út

Gurið Joensen

Tak niður grein:

Kæruviðgerð í Føroyum

Føroyskt úrtak
Greinin greiðir frá kæruviðgerð í Føroyum, við serligum atliti at kæruviðgerð á Føroya Kærustovni. Í kjalavørrinum av atfinningum um tilvildarliga og seinføra viðgerð av kærumálum, varð Føroya Kærustovnur settur á stovn í 1998. Eingin lóg er gjørd fyri virksemið á Kærustovninum. Tað er bert í fíggjarlógini og í tekstviðmerkingunum til stovnin í hesu lóg, at virksemi verður lýst.
Endamálið við Kærustovninum er at geva nøktandi løgfrøðiliga hjálp til tær ymisku kærunevndirnar, sum eru knýttar at stovninum. Miðað verður eisini ímóti, at stovnurin skal hava ein serkunnleika innan fyrisitingarrætt og kæruviðgerð yvirhøvur. Kærustovnurin hevur ikki avgerðarmyndugleika, men fyrireikar og ger tilmæli í málum, sum síðani verða løgd fyri avvarandi kærunevnd til avgerðar.
Kjakast verður um, hvussu kæruviðgerð skal skipast framyvir í Føroyum. M.a. verður umhugsað at knýta enn fleiri kærunevndir at Kærustovninum. Eisini verður umrøtt, nær skilabest er at hava kærunevndir at viðgerða kærur, og nær tað er skilabest at hava avgerðarmyndugleikan hjá umsitingini, antin í stjórnarráðnum ella á einum serligum kærustovni. Høvundurin kemur inn á ymiskt, sum kann geva íblástur til kjakið. Høvundurin metir, at uttan mun til, hvat úrslitið av kjakinum verður, fer Kærustovnurin at hava ein sentralan leiklut í framtíðar kæruviðgerð í Føroyum, og at tað er týdningarmikið at tryggja eitt neyvari lógargrundarlag fyri kæruviðgerðini.

English Summary
In this article the author describes the complaints procedures in the Faroese government administration, with special emphasis on the Faroese Board ofAppeals (FØroya Kærustovnur). The Board ofAppeals was established in 1998 as a response to criticism in the public over the administration's too slow and accidental ways of treating complaints.
The purpose of establishing the Board of Appeals is to provide legal consultation for the complaints commissions affiliated to the Board. The Board does not posess decision-making authority, but prepares the cases and presents its recommendations to the relevant complaints commission for decision.
The author discusses how best to organize the treatment of complaints in the Faroes, e.g. when it is most optimal to have complaints commissions, and when it may be better to deal with the complaints in the administration itself either in the relevant government ministry or in a special board ofappeals. She also stresses the importance of a more detailed legal regulation of complaints treatment.