Skriva út

Markku Suksi

Tak niður grein:

On the voluntary re-definition of the status of a sub-state entity:
The historical example of Finland and the moder example of Serbia and Montenegro

Føroyskt úrtak
Ymiskar gongdar leiðir eru hjá eini sjálvstýrandi (sub-State) politiskari eind, tá ræður um at skapa og lýsa støðuna av nýggjum. At velja politiska støðu, sum fulla sjálvstøðu ella sjálvstýri á lægri stigi, krevur eina fatan av teim mannagongdum, sum kunnu vera viðkomandi til tess at skapa eina serliga politiska støðu.
Henda grein fer at viðgera tvey lond á leiðini til sjálvræði. Fyrst snýr tað seg um støðu Finnlands í mun til russiskt yvirræði og tilgongdina, har landið menti seg frá at vera eitt sjálvstýrandi øki (autonomi) til eitt fult sjálvstøðugt ríki. Síðan verða Serbia og Montenegro viðgjørd í sambandi við ríkissamveldið, hesi bæði lond nýliga eru farin saman í, og endað verður við almennum hugleiðingum um støðu Føroya og stjórnarligar møguleikar.
Finnland var samanrunnin partur av kongaríkinum Svøríki heilt fram til kríggið í 1808-1809, ið hevði við sær, at russiski herurin hersetti landið. Hóast partur av Svøríki hevði Finnland kortini havt serliga støðu við m.ø. serstøkum dømandi og fyrisitandi løgdømi, eins og landið í 1581 fekk heitið sum svenskt stórhertugadømi. Hesi viðurskifti høvdu ávirkan á, at russar í 1809 ikki gjørdu Finnland til vanligan landspart í Russlandi. Heldur helt russiski sarurin, Alexander I, tað vera skilabetri og eftir umstøðunum eisini betri til at tryggja russiskt yvirræði, at Finnland varðveitti somu serligu støðu, sum landið í øldir hevði havt undir Svøríki. Endin varð, at russar góvu Finnlandi eina egna stjórnarskipan, ið var tann sama, sum landið frammanundan hevði havt sum partur av Svøríki. Hóast Finnland onga fráskilda støðu hevði úteftir, men var samanrunnin partur av russiska ríkinum, so var kortini talan um munandi innlendis sjálvræðið.
Afturfyri trúskapareið teirra gav Alexander I, sarur, finnlendingum lyfti um at stýra Finnlandi í samsvari við svenskar stjórnarlógir, tá fyrsti finski ríkisdagurin kom saman í 1809. Úrslitið varð ein sáttmáli millum sarin og ríkisdagin um eitt samveldi (realunión). Sarurin hevði tveir leiklutir undir hesi skipan: í Russlandi var hann einaveldisharri og keisari, og í Finnlandi var hann konstitutionellur monarkur, skýrdur stórhertugi í finsku stjórnarskipanini. Kortini var valdsmunurin ikki stórur í veruleikanum, tí finska stjórnarskipanin gav stórhertuganum mikið vald. Men prinsipielt hevði hetta týdning, m.a. á tann hátt, at sarurin nú boðaði frá, at Finnland var tjóð millum tjóðir, og landamarkið millum Finnland og russiska ríkið varð eisini á henda hátt tryggjað.
Í kjalarvørrinum á krígnum millum Russland og Japan í 1905 fekk Russland fyrstu skrivaðu stjórnarskipan sína í 1906, og har bleiv finska sjálvræðið (heimastýrið) nú staðfest. Eisini í 1906 fekk Finnland eina nýggja og meira nútímans stjórnarskipan (stýrisskipanarlóg).
Tá russiska kollveltingin var veruleiki í 1917 og valdið hjá sarinum latið eini russiskari bráfeingisstjórn, kom Finnland at standa eftir uttan nakran stórhertuga. Bráfeingisstjórnin helt seg helst hava sama vald sum stórhertugin og harvið hægsta vald yvir Finnlandi. Orsakað av ruðuleikanum í Russlandi vildi finnar, tá ið høvi beyðst, hava hægsta valdið flutt til ein heimligan stovn, helst ríkisdagin. Fyrsta royndin miseydnaðist, tí russiska bráfeingisstjórnin vildi ikki staðfesta sokallaðu heimildarlógina frá 1917. Í staðin sendi bráfeingisstjórnin finska tingið til hús og skrivaði út nýval. Nýggja tingið, sum kom saman á heysti í 1917, hevði nú mist meirilutan av vinstarhallum, og meirilutin var burtur fyri at staðfesta eina nýggja stjórnarskipan, sum tók valdið yvir Finnlandi aftur frá russum. Seinna royndin at slíta Finnland frá russum eydnaðist í mánaðunum november-desember 1917, tá greiður meiriluti av finska tinginum (ríkisdegnum) gjørdi av, at tingið fyribils sjálvt skuldi hava tær heimildir, sum fyrr lógu hjá sari og stórhertuga. Henda avgerð verður mett sum ein de facto loysing frá Russlandi, og formliga frælsisyvirlýsingin varð samtykt nakrar vikur seinni.
Helst av opportunistiskum orsøkum valdi nýggja sosialistiska stjórnin í SovietRusslandi at viðurkenna finska fullveldið. Henda viðurkenning varð eisini staðfest í nýggju stjórnarskipanini fyri Soviet-Russland í 1918.
Í 1918 kom innara sjálvræði Finnlands at verða hótt av tí borgarakríggi, sum herjaði landið eitt skifti. Tá lýðveldissinnaðu sosialistarnir eftir borgarakríggið vóru settir uttan fyri ávirkan, varð fyrst gjørd ein roynd at seta á stovn eitt slag av monarki, men eftir at tað miseydnaðist bar til í 1919 at fáa eitt kompromis um eina lýðveldisskipan, ið kortini samstundis var sjónliga merkt av monarkisku hugsjónini.
Víðgongdu politisku broytingarnar, Finnland fór í gjøgnum í 1906 og 1919, hildu seg tó formliga innanfyri karmarnar av verandi stjórnarskipan, og talan var tí ikki formliga um kollvelting. Sokallað legalisma hevur verið ráðandi í Finnlandi, har oftast hevur verið roynt at legitimera og grundgeva størri broytingar við at siga tær vera í samsvari við longu verandi skipan. Tískil er finskur stjornarrættur í stóran mun merktur av framhaldi heldur enn av knøppum broytingum. Sum dømi kann nevnast, at stovnsetanin av finska fullveldisríkinum umsitingarliga einans førdi við sær, at verju- og uttanríkisráð mátti stovnast aftrat ráðunum, sum longu vóru frammanundan. Á henda hátt kann Finnland eisini samanberast við norðurlondini Noreg og Ísland, ið hava verið gjøgnum eina líknandi menning.
Nýggjari dømi um endurskoðan av samveldisskipan er sundurlagingin av jugoslaviska samveldisríkinum. Av ótta fyri, at fullkomin upploysn vildi elva til meira stríð á Balkan, royndi m.a. evropeiska samveldið at hjálpa til við fáa seinastu jugoslavisku deilríkini, Serbia og Montenegro, at ganga saman í nýggjan felagsskap. Úrslitið var, at eitt ríkjasamband (konføderatión) bleiv stovnað millum Serbia og Montenegro, sum skuldi koma í staðin fyri gamla samveldisríkið. Hetta ríkjasamband setur Serbia og Montenegro sum javnbjóðis partar, umframt at sjálvstýrandi økini í Serbia fáa serstøðu.
Ríkjasambandið millum Serbia og Montenegro er eisini áhugavert á tann hátt, at henda skipan er stovnað í samsvari við broytingarásetingina í samveldisstjórnarskipanini (grundlógini) fyri fyrrverandi jugoslaviska samveldisríkið (forbundsstatin) frá 1992. Á tann hátt er eisini í hesum føri, formliga í hvussu er, meira talan um framhald enn stjórnarrættarligt brot ella kollvelting. Samstundis kann ríkjasambandið verða roknað sum dømi um, at fólkið í hesum politisku eindum hevur útint sín altjóða sjálvsavgerðarætt eftir leiðini „ein og hvør politisk støða frítt samtykt av fólkinum“ heldur enn fulla sjálvstøðu, frælsan felagsskap ella integratión.
Ríkjasambandið millum Serbia og Montenegro verður kallað ríkjasamband (konføderatión), men ávís viðurskifti gera, at henda lýsing er eitt sindur trupul at halda fast við. Sum dømi hevur samveldistingið bara eina deild, og beinleiðis val er til tingið. Á henda hátt verða Serbia og Montenegro ikki umboðað sum politiskar eindir, men heldur verður fólkið í báðum ríkjunum samlað umboðað í tinginum. Kortini eru eyðkenni, ið minna um eitt ríkjasamband, sum eitt nú, at ríkjasambandið hevur ásettu heimildirnar, meðan Serbia og Montenegro hvør sær hava restheimildirnar. Hartil hava londini bæði sambært stovnandi samveldisskjalinum rætt til einsíðugt at melda seg úr samveldinum.
Hvat kann so sigast um møguleikarnar fyri at broyta stjórnarrættarligu støðu Føroya? Fyrr hevur verið skotið upp, at Føroyar skipa seg í frælsan felagsskap við Danmark. Men slík ætlan hevur teir trupulleikar við sær, at fyribrigdið frælsur felagsskapur serliga vendir sær móti eindum, ið loysa frá sjálvstøðugum londum og leggja seg upp at sjálvstøðugum londum – Danmark í hesum føri – ella sjálvstøðugum londum, sum ætla at broyta støðu, sleppa síni sjálvstøðugu støðu og fara saman við sjálvstøðugum landi. Hetta hevði havt við sær, at Føroyar í minsta lagi eina stund mátti verið sjálvstøðugt land fyri at kunna gera avtalu um frælsan felagsskap við Danmark. Annar háttur at betra um stjórnarrættarligu støðu Føroya kundi verið, at danska stjórnarskipanin (grundlógin) varð broytt, so føroyskt sjálvræði bleiv lyft upp á hægri stig og tryggjað har. Tá vildu Føroyar verið viðurkendar sum serlig stjórnarrættarlig eind, eins og ein viðurkenning av Føroya fólki kundi verið nádd, samstundis sum møguleiki verður at koma sær undan meira ella minni umstrídda loysingarspurninginum.