Skriva út

Snorri Fjallsbak

Tak niður grein:

Orðið ”eigur“ í føroyskari felagsverklóg

Føroyskt úrtak
Tað er stórur munur á einari kanin og einari kanón. Tí er tað sera umráðandi, at vit gera okkum ómak, tá ið vit skriva orðini, og at vit stava tey rætt. Harumframt er tað sera umráðandi, at vit nýta tey til givna høvið røttu orðini. Kári á Rógvi skrivar: “Tá ið vit nýta málið at smíða lóg, mugu vit bæði hugsa um ásetingar og orðingar.”3 Eisini tá ið vit gera avtalur, skriva sáttmálar ella semjur, brúka vit orð, ásetingar og orðingar, og tá er tað minst líka týðandi, at vit hugsa okkum væl um.