Skriva út

Dalsgarðgrunnurin

 - mentan og landbúnaður

Endamálið hjá grunninum er sambært §2 í viðtøkunum at stuðla mentanarligum tiltøkum hjá Fróðskaparsetri Føroya. Mál, sum hava eitthvørt við føroyskan landbúnað at gera, hava fyrimun.Stovnsfæið í grunninum er arvurin eftir Jóannes og Gunhild í Dalsgarði í Skálavík, sum í testamenti hava latið arvin til umsiting hjá Fróðskaparsetrinum.Viðtøkurnar áseta at rektarin er formaður í nevndini fyri grunnin. Umframt rektaran eru tveir nevndarlimir, sum vera valdir millum fasta vísindastarvsliðið á Fróðskaparsetrinum. Setursráðið velur limirnar.

Viðtøkur


Viðtøkurnar fyri Dalsgarðsgrunnin
Dalsgarðgrunnurin

- mentan og landbúnaður

Meira