Skriva út

Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum

- gávugóðs til ung listafólk

Endamálið hjá Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum er sambært grein tvey í viðtøkunum at stuðla og eggja ungum fólki við listaligum hegni til útbúgving. Stovnsfæ grunnsins er arvur eftir Thorvald Poulsen á Steinum sambært testamentinum hjá honum. Ein trýmannanevnd mannað við rektaranum á Fróðskaparsetrinum, formanninum í Føroya Lærarafelagi og formanninum í Listafólkasambandi Føroya stjórnar grunninum. Rektarin á Fróðskaparsetrinum er nevndarformaður.

Í løtuni er nevndin henda: Martin Tvede Zachariasen, rektari, Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelagi og Marita Dalsgaard, forkvinna í LISA.

Latið verður úr grunninum 8. februar, á føðingardegi Thorvalds. Nevndin ger sjálv av, hvør skal fáa stuðul úr grunninum, og tað verður ikki latið eftir umsókn. Fyrstu ferð stuðul varð latin, var í 2001.

Um Grunnin

Thorvald Poulsen (føddur 8. februar 1912) var garðyrkismaður – gartnari – í Havn og hevði vakstrarhús og urtagarð sín, har sum R. C. Effersøes gøta og gøtan Egholmstrøð møtast. Hann átti eisini traðirnar, har SMS og meginparturin av R. C. Effersøes gøtu eru í dag. Alt hetta økið seldi hann og setti peningin á bók í Føroya Sparikassa, har hann stóð og rentaði, til Thorvald doyði.

Torvald hevði áhuga fyri máli og list, og hann stovnaði grunnin til tess at stuðla ungum fólkum við listaligum evnum at nema sær útbúgving.

Limirnir í nevndini eru sambært viðtøkunum fyri grunnin rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelagi. Thorvald ynskti, at grunnurin skuldi handa gávur á føðingardegi sínum, sum var 8. februar. Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001.

Tey, sum hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum eru hesi:

2024: Ari Hammer Joensen, tónleikari, 40.000 kr. 
2023: Beinir Bergsson, yrkjari, 40.000 kr.
2022: Maria Guldbrandsø Tórgarð, filmslistakvinna, 35.000 kr.
2021: Alda Mohr Eyðunsdóttir, listakvinna, 35.000 kr.
2020: Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundi, 35.000 kr.
2019: Lea Kampmann, tónleikari, 35.000 kr.
2018: Anný Djurhuus Øssursdóttir, listakvinna, 50.000 kr.
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum, 50.000 kr.
2014: Heiðrun Petersen, fiólleikari, 50.000 kr.
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur 25.000 kr. í part.
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri, 60.000 kr
2011: Dáva Juul Magnussen, tónlistamað, 60.000 kr
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinnu, 60.000 kr
2009: Kjartan Hansen, fólkatónleikari og nemur sær útbúgving innan sjónleik, 60.000 kr
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna, 60.000 kr
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari, 60.000 kr
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi, 60.000 kr
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur, 60.000 kr
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, sangari og tónleikari, 25.000 kr. í part.
2003: Tróndur Bogason, tónasmiður, 60.000 kr
2002: Andrass Olsen, tónleikari, 60.000 kr, Teitur Árnason, filmsleikstjóri, 25.000 kr og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi, 25.000 kr
2001: Rannvá Konoy, listakvinna 60.000 kr