Gisting í Lindberghúsi
GG: Vegna umvælingar er ikki møguligt at leiga kamar í Limbergshúsi.
Fróðskaparsetrið hevur eini sethús við kømrum, sum verða leigaði út til gestagranskarar, lærarar og próvdómarar og til vitjandi studentar.
Bílegging fer fram á lindbergshus@setur.fo ella á tel. 29 25 29.
Adressan er:
Lindbergshús
Suðuroyavegi 3
Kostnaður :
Prís | Pr. dag | Pr. viku | Pr. mðr |
Lesandi | 300 kr. | 1.000 kr. | 2.800 kr. |
Kandidatar | 500 kr. | 1.500 kr. | 3.800 kr. |
Um húsini
Lindbergshús vórðu í 2000 givin Fróðskaparsetri Føroya í arv eftir Pól J. Lindberg. Húsini hava síðani tá verið nýtt til gestabústað.
Við testamenti dagf. 27.7.93 hevur Poul Johannes Lindberg, tilskrivað sjálvsognarstovninum Fróðskaparsetri Føroya húsaogn sína á Suðuroyavegi 3, at ráða yvir sbrt. galdandi ásetingum fyri stovnin, tó við ynski um, at húsini serliga verða nýtt sum gestabústaður til fólk úr øðrum londum, ið annaðhvørt lesa skeið á Setrinum ella gera vísindaligar kanningar føroyskum viðurskiftum viðvíkjandi.
Poul Johannes Lindberg sýndi gjøgnum øll árini virksemi Setursins áhuga á mangan hátt. Í 1970 lýsti Fróðskaparsetrið á fyrsta sinni við einari ritgerðakapping: Fiskaarbeiði í slupptíðini. Poul Johannes Lindberg var ein av luttakarunum og fekk 1. virðisløn fyri avbera gott handrit. Í kappingini 1974/75 um barnaspøl fekk hann 3. virðisløn, og í kappingini 1983/84 um ungmannafeløg fekk hann aftur 1. virðisløn.
Í Lindbergshúsi eru 4 búrúm. Tey hava fingið somu nøvn sum búrúmini, ið upprunaliga vórðu innrættaði í húsum Setursins á Debesartrøð.