Skriva út

Regin Dahl (1918-2007)

Regin Dahl varð føddur í Sandagerði 5. november 1918. Hann var sonur Jákup Dahl, próst, og Mariu, dóttir kenda tónleikalæraran, kallaður Bakar Hansen.

Fimtan ára gamal fór Regin á Sorø Akademi at ganga í skúla, haðani hann tók studentsprógv í 1937.

Regin las síðan fagrar bókmentir og norrønt. Stóran part av lívi sínum var hann forlagsráðgevi hjá Gyldendal.

Í Útlegd var fyrsta yrkingasavnið, ið Regin gav út, einans átjan ára gamal. Lívið í útlegd er eitt gjøgnumgangandi evni í hansara skaldskapi. Regin búði bert fá og stutt skeið í Føroyum aftur.

Christian Matras skrivar í ummæli av savninum, at Regin “hevur givið út eina stóra og vakra yrkingabók. Dugi eg at meta rætt, so hevur hann gávur, sum einaferð fara at spyrjast í bókmentum okkara, um honum verður lív lagað”

Regin gav nógv yrkingasøvn út, og í 1973 og 1979 fekk hann Mentanarvirðisløn M. A. Jacobsens.

Umframt at yrkja smíðaði Regin eisini nógv løg. Hann gjørdi løg til sangir, men skrivaði tey ikki niður, og tí eru nøkur gloymd. Í 1973 var farið undir at taka alt upp, sum Regin mintist, og hesum stóð Niels á Velbastað fyri. Í 2005 gav Tutl út Atlantsløg, ein eskja við 25 fløgum við tilsamans 439 løgum, ið Regin sjálvur syngur.

Í Bandasavninum á Føroyamálsdeildini er millum annað upptøka av hátíðarhaldi fyri Regini, tá hann fylti 60 ár. Jóhan Hendrik Winther Poulsen sigur nøkur orð um skaldið og Regin lesur sjálvur upp. Á øðrum upptøkum í savninum syngur Regin.

Keldur:

  • Christian Matras, Varðin 17. bind, 1937
  • Regin Dahl Atlantsløg, (Marianne Clausen og Zakarias Wang løgdu til rættis), Stiðin, 1996

Tilfar í Bandasavninum eftir Regin Dahl

Meira