Skriva út

Søvn

Á Fróðskaparsetri Føroya eru fleiri ymisk søvn

Serliga Føroyamálsdeildin hevur eina røð av søvnum, sum farið er undir at talgilda.

Í 2007 var ferð sett á talgildingina á Føroyamálsdeildini. Verkætlanin byrjaði við eini forgreining, sum hevur verið grundarlag undir arbeiðinum. Endamálið við talgilding er í tveimum. Partvís at varðveita tilfar, ið annars ferst við tíðini, og í øðrum lagi, at gera hetta tilfar atkomuligt fyri áhugaði.  Søvnini á Føroyamálsdeildini verða talgild á ymsar mátar.

Bandasavn

Skrásetingin á bandasavninum hjá Føroyamálsdeildini er flutt frá pappír í teldu, og upptøkurnar vera í løtuni talgildar.

Orðaseðlasavn

Á Føroyamálsdeildini er eisini eitt orðaseðlasavn. Orðaseðlarnir eru skannaðir og verða nú skrásettir í einum forriti, sum er gjørt til endamálið.

Staðanavnasavn

Staðanøvn verða í løtuni skrásett í teldu á Føroyamálsdeildini. Tvær stórar innsavningar eru tøkar í dátugrunni. Hesar eru innsavningarnar hjá Staðanavnasavni Føroya Løgtings og Institut for Navneforskning.

Handritasavn

Handritasavnið er ikki talgilt enn. Ætlanin er at fáa skrásetingina talgilda.

Umframt omanfyrinevndu søvn á Føroyamálsdeildini eru eisini Fólkanavnasavnið, Málførasavnið og Fólkaminnasavnið.

Atgongd til savnindi á Føroyamálsdeildini

Uttandeildarfólk kunnu søkja um atgongd til savnindi á Føroyamálsdeildini. Tá er neyðugt at brúka eitt serligt umsóknarblað, ið fæst við at venda sær til Lenu Reinert, lenar@setur.fo.

Reglur um søvn og savnstilfar á Føroyamálsdeildini

Greinasavn

Fróðskaparsetrið hevur eitt talgilt greinasavn, har til ber at leita eftir vísindaligum greinum, sum granskarar á Setrinum hava skrivað. Greinasavnið er enn ikki heilt fullfíggjað, men arbeitt verður við at dagføra savnið og leggja greinir inn alla tíðina.

Leinkini til høgru føra víðara til hesi søvnini