Skriva út

Handritasavnið

Í eldvardu goymsluni eigur Føroyamálsdeildin nakað av handritum, sum fólk hava latið deildini, summi til ognar, onnur í varðveitslu.

Nevnast kunnu eitt nú handrit og skjøl eftir ávísar persónar, t.d. J. Chr. Poulsen, Chr. Matras og Eyðun Winther, kvæðahandrit, staðanavnauppskriftir osfr.

Deildin eigur eisini ljóstikin eintøk av handritum, sum eru í øðrum almennum søvnum ella í privatari ogn. Á deildini verður arbeitt við at finna hóskandi skipan til handritasavnið.