Skriva út

Talgilda bandasavnið

Seinastu mongu árini hevur verið arbeitt við at talgilda Bandasavnið á Føroyamálsdeildini. Tað hevur tikið langa tíð, m.a. vegna tøkniligar avbjóðingar. Í 2016 gjørdi FMD avtalu við Savnsgull á KVF um at fáa talgilt tað, ið var eftir, og vit vóna, at vera komin á mál við hesum í 2018.

Talgildingin skal fyrst og fremst tryggja, at tilfarið verður varðveitt fyri eftirtíðina, men letur eisini upp fyri, at fleiri fáa gleði av savninum. Hóast sjálv skrásetingin enn er ófullfíggjað, so hava vit valt at lata leitiskipanina vera almenna, so ein og hvør fær kunnað seg um, hvat liggur í savninum. Í teimum førum, har heimildarfólk ella eftirkomarar teirra hava givið tilsøgn, verða sjálvar upptøkurnar eisini tøkar til almenna avspæling. Vit royna alla tíðina at víðka um almenna partin, men tað tekur tíð at fáa tilsagnir til vega. Um ein upptøka ikki er almenn, ber til at venda sær til savnið, við áheitan um atgongd eftir serligum treytum.

Allar upptøkur, eisini tær sum eru tøkar til almenna avspæling, eru fevndar av upphavsrætti, og kunnu ikki brúkast vinnuliga, til útgávu ella í øðrum høpi uttan loyvi frá heimildarfólki ella eftirkomarum. Verður tilfarið brúkt, skal tað altíð skrivast, hvaðani tilfarið er tikið, og hvørji heimildarfólk og savnari eru.

Um tú ert eftirkomari hjá onkrum og saknar atgongd til tilfarið eftir viðkomandi, ert tú vælkomin at venda tær til okkara. Vit vóna eisini at frætta frá fólki, ið koma fram á møguligar feilir í skrásetingini – tað kann t.d. vera, at okkurt navn er komið skeivt fyri, okkurt er komið í bland, ella onkrar upplýsingar vanta. Vit eru eisini áhugaði í fleiri upplýsingum um heimildarfólk og myndir av teimum, tí ætlanin er at útbyggja heimasíðuna við ævisøguligum tilfari, sum frá líður.