Skriva út

Forsøga

Bandasavnið á Føroyamálsdeildini er eitt savn av voxrullum, spolabondum og kassettubondum. Tilfarið inniheldur viðtøl við fólk um alt landið um t.d. bygdasøgu, pátrúgv og siðir bæði í sambandi við gerandislív og høgtíðir. Haraftrat eru eisini upptøkur av kvøðing og sangi.

Mortan Nolsøe, professari, 1924-87, grundaði savnið við teimum bondum, hann hevði savnað, áðrenn hann kom á Føroyamálsdeildina at arbeiða. Hann helt á at savna alla sína tíð á deildini og fekk onnur bandasøvn til vega. Eitt nú avrit av øllum bondum við føroyskum upptøkum, sum vóru á Dansk Folkemindesamling. Seinni eru øll bondini, sum Danmarks Radio hevði við føroyskum sendingum, komin í savnið.

Seinast eru staðanøvn savnað og tikin upp á band um alt landið í sambandi við, at føroyakort er givið út av nýggjum. Nakað av bondum hevur savnið fingið frá fólki kring um landið, sum tey sjálvi hava tikið upp, og fólk lata framvegis savninum bond.

Í Bandasavninum eru stívliga 2.100 spolabond og eini 100 kassettubond. Voxrullurnar eru allar spældar á bond. Innihaldið á bondunum er lutvíst skipað í evnisbólkar. Upptøkurnar umboða meginpartin av føroyskum bygdamálum, og arbeiðið við at skráseta bygd fyri bygd er dagført.