Skriva út

Albert Djurhuus á Høgugeil (1912-1999)

Albert var føddur og uppvaksin í Sumba, sum er kend fyri góðan føroyskan dans. Hann hevði stóran áhuga fyri kvøðing og dansi heilt frá barnsbeini og var framúr góður kvøðari, sangari og eisini góður frásøgumaður.

Marianne Clausen skrivar soleiðis um hann í bókini Hundredesyv-visebogen í 1995: “Albert er nok det menneske på Færøerne, der kender, synger og fortæller om flest salmer, viser, åndelige såvel som verdslige, ja, sange af enhver art.”  Í somu bók greiðir Albert livandi frá sínum uppvøkstri og um, hvussu bæði kvæði og sálmasangur vóru inngrógvin partur av lívinum í teirra húski. Albert sigur seg hava lært flestu løgini frá pápa sínum og abbanum. Merkisvert er tað, at eisini abbi Albert, Niklas Langaard varð tikin upp á fonograf, tá ið Hjalmar Thuren gjørdi sínar upptøkur í 1902 –tíverri er upptøkan síðan farin fyri skeyti, men hon er tó skrivað á nótar og skjalfest í bókini Folkesangen på Færøerne frá 1908.

Albert var vitapassari á Akrabyrgi frá 1945-1980 og nýtti manga fríløtu til at kvøða ella syngja upp á band, eftir at Mortan Nolsøe hevði útvegað honum bandupptakara til tað sama

Eftir at hann fór frá fyri aldur búsettist hann í Vági, og her gjørdi hann eitt stórt og miðvíst arbeiði at kanna gomul dansispøl og endurvekja áhugan fyri teimum millum bygdarfólkið har og seinni úti um landið saman við øðrum, ið høvdu sama áhuga fyri hesum nærum burturgloymda mentanarbrigdi. Hann tók í hesum sambandi eisini stig til at fáa gjørt tveir filmar um dansispøl til føroyska sjónvarpið í 1989 og 1991.

Albert er tann heimildarmaður, sum hevur latið mest av tilfari til bandasavnið, heili 226 bond eru merkt við hansara navni.

Keldur:

  • Marianne Clausen, Hundredesyv-visebogen, 1995
  • Andrea Opielka, Danse-og sanglege på Færøerne, 2011
Tilfar í Bandasavninum eftir Albert Djurhuus
Meira