Skriva út

Poul Andreas Eide (1923-1970)

Poul Eide varð føddur 31. mars 1923 í Tórshavn. Hann var giftur við Hjørdis f. Thomsen úr Norðragøtu.

Broyt tilvísingina “Viðtal við Poul í bandasavninum” til:

Hann tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla 1954 og var síðan lærari í Millum- og Realskúlanum í Tórshavn 1954-65. Áðrenn hann fór á læraraskúla, var hann vikarur við Gjógv og í Funningi.

Poul Eide vaks upp hjá mostur síni, Mariu Eide Petersen, sum var lærarinna í Funningi 1924- 1959. Maria var uppvaksin við kvøðing úti í Nólsoy og í Funningi var virkið dansilív frá gamlari tíð – serliga vóru donsku vísurnar høgt í  metum í Funningi. Poul Eide nevnir kvæðakempuna Marius Jóannesarson sum íblástur og fyrimynd á sínum ungu árum, og Poul sjálvur verður eisini nevndur sum kveikjari, bæði í dansinum í heimbygdini – hann var høvuðsmaður í arbeiðinum at reisa dansistovuna í Funningi - og tá ið hann flutti til Havnar 1955 var hann virkin millum tey sum dansaðu í Havn. Poul legði eisini vísu- og kvæðabókina Stígum fast til rættis, ið kom út í 1963.


Vísu- og kvæða bókin Stígum fast

Í bandasavninum fata upptøkurnar við Poul Eide bæði um sálmar, kvæði og vísur, umframt okkurt viðtalið og okkurt skjaldur.

Keldur: