Skriva út

Birgitta Hylin (1915-1998) var svenskur týðari, songkvinna og tónaskald.

Í 1973 setti hon saman við øðrum á stovn Samfundet Sverige-Färöarna og var forkvinna fyrstu tíggju árini.

Birgitta hevði serligan áhuga í skjaldrum og savnaði nógv tilfar í Føroyum frá 1968 til 1975. Hon skrivaði grein um føroysk skjaldur “Skjaldur – En studie över barnvisan och barnramsan på Färöarna” í Fra Færøerne / Úr Føroyum, VI, 1971. Bókin Trumm Trumm Tralalei – Skjalur, (Bókadeild Føroya Lærarafelags), kom út í 1984 og var eitt lítið úrval úr tí, sum Birgitta Hylin tá hevði savnað av skjaldrum.

Birgitta týddi eisini nógv úr føroyskum til svenskt, eitt nú Feðgar á ferð eftir Heðin Brú. Saman við Ebbu Lindberg gav Birgitta út føroyska-svenska orðabók í 1984.

Keldur:

  • Marianne Clausen, Skjaldur, rímur og ramsur - Faroese Skjaldur and Rhymes. Stiðin, 2012
  • In.fo (20.07.2015). Tíðindaskriv frá landsbóksasavninum.
Tilfar, sum Birgitta hevur savnað
Meira