Skriva út

Ólavur Hátún (f. 1931) tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1952 og síðan tónleikalæraraprógv á Det Kongelige danske Musikkonservatorium í 1963. Hann er kendur sum kórleiðari og hevur í ein mansaldur stjórnað Havnarkórinum. Hann var við til at seta Føroya Musikkskúla á stovn og var leiðari 1986-98. Hann stovnaði Kórsamband Føroya í 1983.

Í 1960´unum, tá ið hann las í Danmark, var hann í summarferium runt í Føroyum og savnaði nógv ljóðtilfar, skjaldur, Kingosang og kvøðing, fyri Dansk Folkemindesamling.

Ólavur fekk M.A. Jacobsens virðislønina fyri mentanaravrik í 1997.

Í 2015 heiðraði FMA Ólav Hátún fyri sín serliga leiklut í føroyskum tónleiki - ikki minst í stríðnum fyri okkara musikkskúla.

Keldur:

  • Niels Jákup Thomsen, Ritstj..Føroyskir fólkaskúlalærarar 1870-1997. BFL, 1998
  • Marianne Clausen, Skjaldur, rímur og ramsur - Faroese Skjaldur and Rhymes. Stiðin, 2012
Tilfar, sum Ólavur hevur savnað
Meira