Skriva út

Staðanavnasavnið

Á Føroyamálsdeildini er savn av føroyskum staðanøvnum, og staðanavnagransking er ein av arbeiðsuppgávunum hjá deildini. Deildin er sum kunnugt ung, og fleiri av søvnunum, sum nú eru á deildini, hava frammanundan hoyrt heima á øðrum stovnum, eitt nú Føroya Fornminnissavni, Institut for navneforskning (og Stednavneudvalget) í Keypmannahavn, Kort-og Matrikelstyrelsen (fyrr Geodætisk Institut) í Keypmannahavn, men eru seinri latin Føroyamálsdeildini.

Í savninum eru navnauppskriftir (listar), seðlasavn, kort og myndir. Tað elsta tilfarið í savninum eru uppskriftir sum V. U. Hammershaimb gjørdi (ella fekk aðrar at gera) umleið 1850. Eisini er tilfar frá 1890’unum frá Jakob Jakobsen og frá arbeiðinum hjá Den danske Generalstab við føroyakortunum (máliborðsbløðunum).

Ungmannafelagið Sólarmagn tók umleið 1915 stig til eina innsavning, og tað sama gjørdi Det danske Stednavneudvalg frá umleið 1920. Chr. Matras var knýttur at hesi innsavning, og eitt úrslit av hansara arbeiði gjørdist doktararitgerðin um staðanøvn í Norðuroyggjum. Innsavningarnar hjá Sólarmagni og Stednavneudvalget rukku ongantíð um alt landið, og tí vórðu royndir gjørdar seinri at taka tær upp aftur og fáa tær meira fullfíggjaðar.

Undir seinra heimsbardaga setti løgtingið eina nevnd, Fornrannsóknar- og Staðanavnanevnd Føroya Løgtings (SFL), sum aftur fór undir staðanavnainnsavning um alt landið, og árini frá 1945 fekk hon tilfar úr flestum bygdum. Árini 1953-59 ferðaðist Napoleon Djurhuus um landið í savningarørindum fyri Det danske Stednavneudvalg (INF; Institut for Navneforskning) og vitjaði tá hvørja bygd. Í 1950’unum og 60’unum savnaði Mortan Nolsøe (í samstarvi við Institutt for folkeminnevitskap í Oslo) nøvn á miðum og plinkum. Tá ið Geodætisk Institut (nú Kort- og Matrikelstyrelsen) í tíðarskeiðinum 1983-98 nýteknaði og gav máliborðsbløðini út av nýggjum, var Føroyamálsdeildin við í arbeiðinum, og nógv staðanavnatilfar varð tá fingið til vega og fest á kort.

Annars hevur deildin sjálv mest staðið fyri ískoytisinnsavning í teimum førum har sum tey eldru søvnini ikki hava verið nóg fullfíggjað, báði hvat viðvíkur navnamongd og staðfesting á kortum ella myndum. Frá nógvum fólkum hevur deildin fingið virðismiklar uppskriftir. Ikki minstan týdning hevur arbeiðið við at festa nøvn á loftmyndir, eitt nú myndir av fuglabjørgum. Yvirhøvur hevur deildin javnan samband við heimildarfólk úti um landið, sum lata deildini upplýsingar um staðanøvn. Eisini studentaritgerðir eru partur av savninum.

Í bandasavninum eru fleiri upptøkur, har sum heimildarfólk greiða frá staðanøvnum.

Partar av savninum eru teldutøkir.

Les meira um Staðarnavnanevndina HER.