Skriva út

Markleys útbúgving

Kunning til fráfaringarflokkar á miðnámi

Markleys útbúgving er eitt upplýsingarátak til fráfaringarflokkarnar í miðnámsskúlunum og onnur, sum umhugsa at fara undir hægri lestur.

Sum oftast verður skipað fyri stórum tiltaki í Norðurlandahúsinum í september, har Fróðskaparsetrið og hægri lærustovnar uttanlands kunna miðnámsskúlanæmingar um teir lestrarmøguleikar, sum eru.

Fróðskaparsetur Føroya hevur gjørt ein film um okkara útbúgvingar til hetta høvið.

Filmurin kann síggjast her.

Eftir ætlan verður Markleys útbúgving aftur mikudagin 15. september 2021 í Norðurlandahúsinum.

Tað er Vegleiðarastovan, sum í samstarvi við mangar aðrar stovnar, skipar fyri stóra MÚ-tiltakinum.