Skriva út

NordPlus umsóknarfreist fyri skúlaárið 2019/20 er 1. 2. 2019 og tú søkir HER

Norðurlendska Ráðharraráðið hevur í tíðarskeiðinum 2018-2022 sett fimm Nordplus skipanir í gongd. Tær eru ætlaðar at økja um samstarv og mobilitet innan útbúgvingarøkið.

Styrelsen for Universiteter og Internationalisering 
hevur ábyrgdina av kunning og vegleiðing í Danmark. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða Skrivstovan um Nordplus.

Ætlanin við Nordplus skipanunum er, at tær skulu styrkja norðurlendska-baltiska felagsskapin og samleikan, við støði í søguligu, mentanarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá londunum. Skipanirnar eru ætlaðar til undirvísing á øllum stigum.

Les meiri um stuðulskipanirnar:  www.nordplusonline.org

  • Nordplus Junior er ætlað til lærarar og næmingar í barnagarðum, fólkaskúlum, miðnámsskúlum og innan yrkisútbúgvingarnar
  • Nordplus Hægri Útbúgving er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar í Norðurlondunum
  • Nordplus Vaksin er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum
  • Nordplus Horisontal er ein tvørgangandi skipan. Verkætlanir sum fara um vanligu bólkarnar og sektorarnar og verkætlanir, sum arbeiða við øðrum, nýggjum, breiðari og meiri kompleksum málum kunnu fáa stuðul
  • Nordplus Mál og Mentan er skipan, sum skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum bæði millum norðanlondini og altjóða.

8 norðurlond + 3 baltalond

Skipanin er galdandi fyri øll fimm Norðanlondini Danmark, Finnland, Ísland, Noreg og Svøríki, umframt tey trý sjálvstýrandi økini, sum tað so vakurt eitur á norðurlendskum ráðharramáli, Grønland, Føroyar og Álandsoyggjarnar og tey trý baltalondini, Estland, Letland og Litava eru eisini við.

Í Nordplus skipanini er vert at geva gætur, at tey sjálvstýrandi økini vera roknaði sum lond og at tey tí luttaka á sama hátt sum hini londini í skipanini.

Tað merkir millum annað at ein dani, kann søkja um stuðul at sleppa til Grønland og Føroyar og at føroyingar kunnu søkja um stuðul um at sleppa til Grønlands og Danmarkar.

Nær er umsóknarfreist?

Næsta vanliga umsóknarfreist til er mikudagin 1.2. 2019. 
Les meira HER 

Nordplus Junior, Nordplus Vaksin og Nordplus Mál og Mentan hava eisini freist 1. oktober hvørt ár – tað kanst tú lesa meira um á síðunum fyri tey ymisku programmini.