Skriva út

Lestur í Danmark
Tá mann sum føroyingur flytir til Danmarkar, skal mann fyrst og fremst fara til Borgerservice-skrivstovuna á kommununi, sum mann flytir til, og boða frá flytingini til kommununa. 

  • Um mann hevur danskt CPR.nr. kann mann fáa Nem-ID beinanvegin, um mann ikki hevur tað.
  • Um mann ikki hevur danskt Cpr.nr., fær mann tað so skjótt mann boðar frá flyting til eina danska addressu, og so kann mann fáa Nem-ID. Tað kann t.d. brúkast til almennar stuðulsskipanir sum t. d. SU, sum mann kann søkja talgilt um gjøgnum  “minSU”.

Lestur uttanlands

  • Um mann skal lesa uttanfyri Danmark og hevur danskt CPR.nr. í sínum passi og hevur havt addresssu, sum er skrásett í Folkeregisteret í Danmark,  kann Nem-ID útflýggjast fyri 200 kr. á donsku sendistovuni í tí landinum mann er. Mann kann eisini fáa Nem-ID undan fráferð úr Føroyum gjøgnum Ríkisumboðið.
  • Um mann ikki hevur danskt CPR.nr. skal mann fyrst søkja SU-styrelsen um góðkenning av útbúgvingini og uppptøku á útbúgvingini, sum mann skal hava góðkenda. Síðani skal mann søkja um SU-stuðulin á einari pappírsumsókn og upptøkubrævið skal leggjast við. Eitt avrit av passinum og eitt “Tro og love”-oyðublað skulu sendast saman við umsóknini til SU. So syrgir SU fyri at seta seg í samband við SKAT í Danmark, sum gevur tær eitt danskt CPR.nr.                                                                                                                                          
  • Fyri at fáa Nem-ID noyðist studenturin at møta persónliga hjá Borgerservice í einari danskari kommunu. Hav neyðugu skjølini við so sum CPR.nr. og pass. Við Nem-ID kann mann samskifta við SU ígjøgnum “minSU”.                                                 
  • Mann kann gott fáa bæði SU-stipendium og SU-lán við pappírsumsóknum (uttan Nem-ID), men tað tekur longri tíð enn við Nem-ID, oyðubløðini til hetta finnast her.

GG!
Minst til at seta teg í samband við SKAT í Danmark og fyribilsskráset teg (fyri at sleppa undan at gjalda ov nógvan skatt) og send eina skattaváttan, ið tú fært frá TAKS í Føroyum, til SKAT í Danmark.