Skriva út

• Tað ber ikki til at vera í tveimum støðum samstundis, tí ber ikki til at fylgja við í øllum sum hendir í Føroyum, meðan tú ert í útlandinum.
• Tað kann taka longri tíð at lesa í útlandinum, tað kann eisini taka styttri tíð.
• Tað kann vera dýrari, men tað kann eisini vera bíligari.
• Tað kann vera trupult at venja seg við nýggja landið og tað kann vera næstan líka ringt at koma heimaftur. Nógv fáa sonevnd ”kultursjokk”.
• Útbúgvingin kann møguliga ikki brúkast í Føroyum á tann hátt tú ynskir tær. Hetta er tó ikki vanligt.