University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

Føroyamálsdeildin

Faculty of Faroese Language and Literature
Føroyamálsdeildin 3.jpg

 

Á Føroyamálsdeildini granska og undirvísa vit í føroyskum máli og bókmentum.

Eingin annar stovnur í heiminum hevur hetta starv um hendur.

Tí miða vit eftir at granska á altjóða stigi og at bjóða fram dygdargóðar útbúgvingar á bacherlor- og masterstigi. Umframt føroyskt mál og føroyskar bókmentir geva útbúgvingarnar innlit í bókmentir og mál í hinum Norðurlondunum.

Granskingin á Føroyamálsdeildini er grundarstøðið undir útbúgvingunum og verður útint úr somu vísindaligu sjónarhornum og við somu háttaløgum sum hugvísindalig mál- og bókmentagransking yvirhøvur nýtir.

Útbúgvingarnar í føroyskum hava serstøðu sum nám í móðurmálinum. Studentarnir læra vísindalig háttaløg, ástøði og søguligu bakgrundina hjá tí, sum teir longu duga og kanska halda seg vita tað mesta um, nevniliga munnligt og skrivligt føroyskt, føroyskar bókmentir og føroyska mentan.

Útbúgvingarnar leggja høvuðsdentin á føroyskt mál og føroyskar bókmentir frá elstu tíð til okkara dagar og sýna samband teirra við søguna og mentanina sum heild. Námsgreinin skal eisini lýsa støðu teirra í millumtjóða sjónarringi við atliti fyrst og fremst at norðurlendskum málum og bókmentum.

Undirvíst verður á ymsan hátt: fyrilestrar, studentaframløgur, skrivligar venjingar og uppgávur, orðaskifti í bólkum og flokki, seminar og leiðbeining.

Studentur, ið hevur staðið bachelor-prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á masterútbúgvingina, sum er tvey ára framhaldslestur.

Eisini ber til at taka samansetta masterútbúgving í føroyskum. Tá kann føroyskt antin vera høvuðsgrein ella hjágrein. Útbúgvingin gevur førleika til at undirvísa í tveimum lærugreinum í miðnámsskúlunum.

Eftir serligum treytum ber til at lúka granskaraútbúgving, ph.d., á deildini í málsligum ella bókmentaligum evni.

Á Føroyamálsdeildini kanst tú eisini taka bachelorútbúgving í listaligum arbeiði.

Listaligt arbeiði er ein skapandi útbúgving, har tú mennir tínar førleikar til at arbeiða við egnum listaligum verkætlanum og tínum listaliga samleika.

Viðkomandi tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Setursamanshow 2024 Klipt (1)

    Innleiðslan fyri 270 nýggjum lesandi endar í kvøld

  2. Screenshot 2026 08 12 At 10 19 38 Turið Sigurðardóttir Heiðrað Setur

    Turið Sigurðardóttir 80 ár

  3. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara