Á Máltøknideplinum verður arbeitt við gransking og menning av føroyskari máltøkni.

Máltøkni er tvørvísindalig fakgrein. Depilin er staðsettur á Føroyamálsdeildini og virkar í tøttum samstarvi við Náttúruvísindadeildina.

Á deplinum starvast í løtuni eitt vísindastarvsfólk og eitt verkætlanarsett hjálparfólk, umframt tilknýttur adjunktur.

Máltøknidepilin røkir og mennir eitt máltøkniligt undirstøðukervi við dátum og tilfari. Tilfarið verður støðugt dagført og ment og atkomuligt til ymisk máltøknilig endamál. Endamálið við hesum er at stuðla og vera lopfjøl fyri menningina av máltøkni á føroyskum.

Á deplinum granska vit, hvørjir arbeiðshættir og mannagongdir fáa bestu úrslit og taka støði í føroyskum umstøðum. Vit arbeiða við at menna smá máltøknilig amboð, sum kunnu stuðla málbrúkarum.

Í næstum byrjar nýggja verkætlanin Miklamálgrunnurin (MMG), sum hevur til endamáls at menna ein stóran og fjølbroyttan tekstagrunn. Tekstagrunnurin verður hornasteinur í dátukervinum á Máltøknideplinum og fer at gagna nógvum verkætlanum umframt arbeiðinum við fleiri máltøkniligum loysnum í framtíðini. Verkætlanin byggir á samstarv við Árnastovnin í Íslandi og er fíggjað av Nordplus. Umframt hesa verkætlan verður granskað í maskintýðing og áskoðanargreining, í næstum byrjar ein ph.d.-verkætlan í máltøknimeting á Máltøknideplinum.

Máltøknidepilin fer at samstarva við stovnar og fyritøkur í Føroyum sum uttanlands.

Alt arbeiði hjá deplinum er grundað á eina hugsjón um opinleika í tilfari, menning og gransking.

Leita tær inn á heimasíðuna hjá Máltøknideplinum at lesa meira um virksemið, verkætlanir og tilfeingi.

Áhugað kunnu seta seg í samband við okkum á mtd@setur.fo.