
Setursskrivstovan - meginfyrisitingin
Miðfyrisitingin á Setrinum
Setursskrivstovan er knýtt at rektarastarvinum sum leiðsluskrivstova og meginfyrisiting fyri stovnin. Uppgávurnar hjá Setursskrivstovuni fevna m.a. um gerð og samskipan av fíggjarlógaruppskotum og játtanum, umframt ávísingar, bóking í FSL-skipanini og eftirlit við givnum játtanum. Setursskrivstovan hevur ábyrgdina av roknskaparhaldi Fróðskaparsetursins, eins og hon umsitur grunnar, studningar o.a.m.
Av øðrum uppgávum eru at nevna: Almennar og innanseturs reglur, fundir í ymsum nevndum, starvsfólkamál, journal, skrásetingar (lesandi, matrikul, próvdómarar, próvtøkur, próvskjøl o.a.), val til stýrið, ársfrágreiðing og annað kunningartilfar, almenn skeið, almennir fyrilestrar, ritgerða- og savningarkappingar, námsferðarstudningar, samstarv og samskifti við aðrar stovnar heima og úti.
- 23.11.2023 Setrið Føroyamálsdeildin SetursskrivstovanBókaútgáva: Tilflyting, føroyskt sum annaðmál og fleirmæliVirda bretska forlagið Routledge gevur í dag bók út eftir...
- 06.11.2023 Setrið SetursskrivstovanSamstarv stovnað um føroyska granskingGranskingarstovnarnir í Føroyum hava nú tikið stig til at...
- 31.10.2023 Setrið SetursskrivstovanSetrið og Kommunufelagið gjørt samstarvsavtalu- Kommunurnar vóna við hesum at stuðla undir gransking, s...