Skriva út

Skrivstovuhald fyri onnur

Setursskrivstovan hevur skrivstovuhald fyri onnur enn Fróðskaparsetrið:

  • Felags rakstrarstaðið Stovnarnir á Debesartrøð, ið fevnir um felags húsavarðaskipanina fyri stovnarnar á Debesartrøð, sum hevur 2 húsavørðar,  og um KT-tænastuna, sum verður myndað av KT-leiðaranum. 

  • Føroya Fróðskaparfelag hevur, síðani tað var við til at fáa lagt lunnar undir Fróðskaparsetrið, verið neyvt knýtt at Setursskrivstovuni. Alt samskiftið við og um felagið gekk gjøgnum Maud Heinesen, sum bæði var setursskrivari og skrivari hjá Fróðskaparfelagnum frá 1965 til hon legði frá sær fyri aldur í 2003. Ein stórur partur av virkseminum hjá Fróðskaparfelagnum hevur verið bókaútgávuvirksemið. Hetta er nú umskipað í smápartafelagið Fróðskap (LINK), sum Fróðskaparfelagið og Fróðskaparsetrið hava stovnað í felag.