KT-support
Fráboða feil ella tørv
Hvussu fráboðar tú best ein feil ella tørv
- Lýs feilin/tørvin stutt
- Lýs mannagongdina stig fyri stig
- Lýs hvør tøkni varð nýtt (Telda/telefon, kagi, tøkniskipan)
- viðheft eina skermmynd (screenshot) um møguligt
- Ring síðani (møguliga) eftirfylgjandi til supportina
Edulogin
Tá tú byrjar tín lestna ella starv á Setrinum, so skal tú áseta tær eitt loyniorð til tín brúkara við Samleikanum.
Vegleiðing til áseting av loyniorði í Edulogin

Kervi+
Kervi+ hevur viðkomandi upplýsingar um teg í sambandi við tín lestna á Setrinum. M.a. um tína útbúgving, stakskeið, próvtøkur, próvtøl, uppgávur og góðskrivingar.
Á Kervi+ eru tínar brúkaraupplýsingar eisini skrásettur, sum tú brúkar til allar aðrar KT-skipanir á Setrinum.

Office 365
Hvat er Office 365 pakkin?
Office 365 inniheldur forrit sum Word, Excel, Powerpoint, Outlook, OneNote, OneDrive og onnur lestrarviðkomandi forrit.

Moodle
...er talgild skeiðsskipan okkara til undirvísing og læring
Í flestum lærugreinum verður Moodle-skipanin nýtt til at leggja undirvísingartilfar út og samskifta millum lesandi og undirvísarar.
Til innleiðslu á Setrinum verður kunnað um Moodle-skipanina, og hvussu tú virkar tín brúkara.

Wiseflow
Wiseflow verður nýtt til próvtøkur hjá lesandi. Bæði tá uppgávur skulu latast inn heimanífrá, ella um próvtøkan er á staðnum í hølum á Setrinum.
Upplýsingar um tínar próvtøkur koma umvegis tín setursteldupost.
Til innleiðslu verður kunnað um Wiseflow, og hvussu tú ritar inn.
Uppgávuinnlating (skjót vegleiðing)
Próvtøka á staðnum (skjót vegleiðing)
Uppgávu-innlating (flowassign)
Eduroam
Fróðskaparsetur Føroya veitir eduroam tráðleyst net til gestir frá stovnum, sum eru við í eduroam

Intowords og CD-ORD
Hevur tú skjalfestar avbjóðingar, ella illgruna um, at tú hevur avbjóðingar við at lesa, hugsavna teg ella líknandi, so veitir Fróðskaparsetrið tænastur á økinum.
Tú kann seta teg í samband við lestrarvegleiðingina ella Málmót, sum fegin hoyra frá tær.
Set teg í samband við lestrarvegleiðing
Tak Intowords og CD-ORD niður

Forrit til starvsfólk
Í samband við títt virksemi á Fróðskaparsetrinum sum granskari ella undirvísari, so verða ein røð av forritum latin og viðmæld starvsfólki at brúka til umsiting, undirvísing og gransking.
Afturat Microsoft Office 365, við einum stórum úrvalið av forritum, sum bæði lesandi og starvsfólk kunnu brúka, so bjóða vit eisini onnur serforrit til ymiskan granskingar- ella undirvísingartørv.
Forritslistin (innanhýsis atgongd)
Serforrit
Hevur tú tørv á øðrum serligum forritum, set teg so í samband við tín dekan, og/ella KT-deildini, fyri at kanna hvørjir møguleikar tú hevur, og so finna vit í felag saman við KT-deildini vónandi eina nøktandi loysn.

Aðrar umbønir
Aðrar fráboðanir, ella umbønir um tænastur, so sum stuðul í samband við próvtøkur, ráðstevnur og tiltøk annars, skulu sendast til KTT@setur.fo.
Útreiðslur til nýggja útgerð, forrit v.m. skulu játtast av næsta fyrisetta.
KT-supportin kann ikki átaka sær upplæring av starvsfólkum i grundleggjandi KT-førleikum, sum starvsfólkið eigur at hava ognað sær sjálvt, ella gjøgnum skipaða upplæring ella skeið.
Um spurningar eru, ber til at skriva ella ringja til Regin Fjallsbak, KT-leiðara, tlf. 292507, ella skriva til: KTT@setur.fo
