University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

Atgongd til Office, Moodle o.a. í browsaranum

Soleiðis fáa tit atgongd til teldupost og Moodle í browsaranum

 

  1. Far á https://portal.office.com/?prompt=login
  2. Rita inn við tínum @student.setur.fo-brúkara (GG! Brúkaranavnið skal IKKI innihalda “onmicrosoft”
  3. Far á https://moodle.setur.fo og rita inn við tínum @student.setur.fo-brúkara
  4. Far á https://outlook.office.com fyri at lesa teldupost

Fyri at vátta tín brúkara skalt tú:

- fara á edulogin.fo

- rita inn við Samleikanum

- trýsta á “Min Sikkerhed” uppi í høgra horni

- eftirkanna, at tað er rætt brúkaramerki

- broyt loyniorð

- bíða í 2-5 min

Um tað IKKI riggar at rita inn við browsaranum, skalt tú:

- høgraklikkja á ikonið á browsarinum í proceslinjuni

- trýst á Nyt In privat vindue (Edge), nyt incognito vindue (Chrome), nyt privat vindue (Firefox), nyt privat vindue (Safari)

- far á innrita.skulin.fo

- rita inn við tínum brúkara og tínum nýggja loyniorðið

- Um tú sleppur inn her, so kanst tú nýta allar microsoft-appirnar við at trýsta á "Apps" í vinstru síðu. Tað merkir, at tín brúkari virkar, men at "browsara-cache" skal endurstillast, so tú kanst rita inn, uttan at nýta private/incognito mode. Fylg hesi vegleiðing fyri at endurstilla browsara-cache

Riggar ikki at rita inn á APPIR á telduni eftir 5 min., skalt tú:

- sløkkja og tendra telduna av nýggjum

- um tað ikki loysir trupulleikan, so skal tú rita út og inn aftur í appirnar

- um tað heldur ikki loysir trupulleikan, skal tú seta teg í samband við KT-hjálpina hjá Setrinum her 

Um tær tørvar nærri vegleiðing, kanst tú ringja til KT-hjálpina á 610900

Hevur tú Office-pakkan lagdan á telduna, ger soleiðis:

Far undir Windows -> Indstillinger -> Konti -> Adgang til arbejde eller skole -> Afbryd forbindelsen undir @setur.onmicrosoft.com-kontuni.

Tendra Edge ella Chrome. Trýst á Ctrl+Shift+Del (MAC: Command+Shift+Backspace) -> tryggja tær at bara "Cookies" og "Cache" er valt, saman við "All time", og strika so.

Meðan Outlook er sløkt trýst síðani á: Win+R -> outlook /profiles -> Strika profilin.

Koyr amboðið frá MS, sum er á leinkinum niðanfyri, fyri at strika virknanina á Office365. Leinkið er her.

Trýst nú á "Reboot" og rita inn aftur á Office365.