University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

Vanlig fráboðan av feili

nærri lýsing av fráboðan av feili

Vanlig fráboðan av feili: 

  1. Send ein teldupost til KTT@setur.fo
  2. Skriva stuttan rámandi tekst um feilin í evnisteigin.
  3. Upplýs: 
    a. Navn og telefonnummar
    b. Lýs trupulleikan so væl sum gjørligt, t.d.
         - Á hvørjari deild/húsi er trupulleikin?
         - Er tað ein ella fleiri brúkarar, sum hava sama trupulleika?
         - Hvat fyri skipan er talan um (t.d. er einki samband við prentaran, tráðleyst samband, office e.t.)?
         - Hvussu vísir trupuleikin seg?  Lýs í orðum og um til ber, so kanst tú seta mynd inn av skíggja, ið vísir feilboð.
         - Hvat hevur tú gjørt fyri at loysa trupulleikan?

Við hesum verður uppgávan/fráboðanin sjálvirkandi skrásett, og eitt starvsfólkið verður sett á uppgávuna skjótast gjørligt, og venda aftur.

Starvsfólkið kann eisini svara teldupostinum við meira viðkomandi upplýsing um trupulleikan, ella taka áheitanina aftur.