University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið

KT-support

Á Fróðskaparsetrinum er ein KT-tænasta fyri starvfólk, og ein fyri lesandi. Eisini ber til at seta seg í samband við supportina hjá Skúlaneti, serliga í samband við lestrarbyrjan og trupulleikar við brúkaranum sjálvum.
Desktop-and-User-Support.jpg

Fráboða feil ella tørv

Hvussu fráboðar tú best ein feil ella tørv 

  1. Lýs feilin/tørvin stutt
  2. Lýs mannagongdina stig fyri stig
  3. Lýs hvør tøkni varð nýtt (Telda/telefon, kagi, tøkniskipan) 
  4. viðheft eina skermmynd (screenshot) um møguligt
  5. Ring síðani (møguliga) eftirfylgjandi til supportina

Starvsfólk

KT-tænastanGerandisdagar kl. 08.00-16.00 

SambandKTT@setur.fo 

Skúlanet: +298 610 900/kt-hjalpin@skulin.fo

Lesandi

KT-tænastan: mánadag til hósdag kl. 12.00-16.00 

Samband: +298 292599/support@student.setur.fo 

Skúlanet: +298 610 900/kt-hjalpin@skulin.fo 

Edulogin

Tá tú byrjar tín lestna ella starv á Setrinum, so skal tú áseta tær eitt loyniorð til tín brúkara við Samleikanum. 

Rita inn

Vegleiðing til áseting av loyniorði í Edulogin

 

Kervi+

Kervi+ hevur viðkomandi upplýsingar um teg í sambandi við tín lestna á Setrinum. M.a. um tína útbúgving, stakskeið, próvtøkur, próvtøl, uppgávur og góðskrivingar.

Á Kervi+ eru tínar brúkaraupplýsingar eisini skrásettur, sum tú brúkar til allar aðrar KT-skipanir á Setrinum.

Rita inn á Kervi+

 

Office 365

Hvat er Office 365 pakkin?

Office 365 inniheldur forrit sum Word, Excel, Powerpoint, Outlook, OneNote, OneDrive og onnur lestrarviðkomandi forrit.

Rita inn á Office365

Les meira um Office365

Moodle

...er talgild skeiðsskipan okkara til undirvísing og læring

Í flestum lærugreinum verður Moodle-skipanin nýtt til at leggja undirvísingartilfar út og samskifta millum lesandi og undirvísarar.

Til innleiðslu á Setrinum verður kunnað um Moodle-skipanina, og hvussu tú virkar tín brúkara.

Rita inn á Moodle

Vegleiðing til Moodle

Les meira um Moodle 

 

Wiseflow

Wiseflow verður nýtt til próvtøkur hjá lesandi. Bæði tá uppgávur skulu latast inn heimanífrá, ella um próvtøkan er á staðnum í hølum á Setrinum.

Upplýsingar um tínar próvtøkur koma umvegis tín setursteldupost. 

Til innleiðslu verður kunnað um Wiseflow, og hvussu tú ritar inn.

Rita inn á Wiseflow

Uppgávuinnlating (skjót vegleiðing)

Próvtøka á staðnum (skjót vegleiðing)

Uppgávu-innlating (flowassign)

Próvtøka á staðnum (FlowLock)

Les meira um Wiseflow

 

 

Papercut

Papercut er prentskipanin á Setrinum. 

Rita inn á Papercut

Les um Papercut