Góðskuskipan
Fróðskaparsetur Føroya arbeiðir miðvíst við at tryggja og menna góðskuna í útbúgvingunum á Setrinum. Nú er góðskuskipanin savnað og lýst her, har øll kunnu kunna seg um, hvussu Setrið arbeiðir við góðsku
Á hesari síðuni er innanhýsis góðskuskipanin á Fróðskaparsetri Føroya lýst.
Atgongd er til amboð, frymlar og vegleiðingar, sum eru viðkomandi í góðskuarbeiðinum. Hesi stuðla starvsfólkum í sínum dagliga arbeiði og gevur eisini lesandi og øðrum við áhuga innlit í okkara innanhýsis góðskuskipanir.
Innihaldið er skipað í tríggjar høvuðstættir.
- Innanhýsis góðskuskipanin lýsir, hvussu góðskuarbeiðið er skipað á Setrinum.
- Undir útbúgvingarskjøl eru vegleiðingar og frymlar til námsskipanir og skeiðslýsingar.
- Støðug eftirmeting hevur vegleiðingar, ætlaðar innanhýsis eftirmetingararbeiði.
Um góðskuarbeiði er eitt ókent øki, verður viðmælt at byrja við innganginum í innanhýsis góðskuskipanini.
Fyri at finna útbúgvingarskjøl ella eftirmetingarskjøl eru snarslóðir beinleiðis til viðkomandi partar. Øll skjøl eru eisini savnað í teiginum øll skjøl.