University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Model Af Árshjól Færøsk Studieåret 2026 27

Árshjól fyri góðskuarbeiði

 

Nýggjar og dagførdar skeiðslýsingar

Allar skeiðslýsingar – herundir valskeið - sum skulu setast í gildi við lestrarársbyrjan 2027/28, eru endaliga góðkendar 1. januar 2027. Harumframt eru skeiðslýsingarnar góðkendar fyri øll kravd skeið á samlaða útbúgvingarútbóðnum, sum skal bjóðast út lestrarárið 2027/28. Hetta merkir, at skeiðslýsingar eru góðkendar 1. januar 2027 fyri øll kravd skeið í bygnaðinum á einstøku útbúgvingini, sum verður boðin út 2027/28. 

Útbúgvingarleiðari skal hava góðkent skeiðslýsingarnar seinast 1. januar 2027, og tí er neyðugt, at tíð verður sett av til tilgongdina, m.a. um skeiðslýsingin skal viðmerkjast í lestrarráði og tillagast, soleiðis at hon er klár og góðkend 1. januar 2027. 

Saman við góðkendu skeiðslýsingunum verða skeiðsgongdirnar skrásettar í skeiðsskránni, sum er almenn á skeid.setur.fo 15. mars 2027. LSS samskipar skrásetingina í skeiðsskránni. 

Serlig valskeið

Í serligum førum kunnu valskeið góðkennast í seinasta lagi 1. oktober og 1. apríl fyri ávikavist vár- og heystskeið. Í slíkum førum er talan um valskeið, sum ikki kunnu leggjast til rættis í betri tíð – t.d. kann talan vera um ein aktuellan samfelagstørv, sum er íkomin.  

Dagførdar námsskipanir

Allar dagføringar í námsskipanum, sum skulu setast í gildi við lestrarársbyrjan 2027/28, eru endaliga góðkendar 1. januar 2027. 

Dekanurin góðkennir endaliga allar broytingar í námsskipanum, og tí skal hædd takast fyri, at tíð verður sett av til allar partar av dagføringar- og góðkenningartilgongdini, soleiðis at námsskipanin er klár og góðkend 1. januar 2027. 

Tilgongdin at menna, dagføra og góðkenna skeiðslýsingar og námsskipanir er nærri lýst í Mannagongd fyri lýsing og góðkenning av útbúgvingum. 

Skeiðseftirmetingar

Skeiðseftirmetingar verða gjørdar, sohvørt skeiðini enda. Úrslitini verða viðgjørd sambært galdandi mannagongd, har skeiðsábyrgdari fær høvi at viðmerkja úrslitini og skeiðsgongdina annars, tá skeiðseftirmetingarúrslitini frá lesandi eru tøk.  

Árlig støðulýsing av útbúgvingum

Árliga støðulýsingin verður skipað sambært galdandi mannagongd og byrjar í januar. Frágreiðingin er liðug í mai mánaði og verður síðani løgd fyri avvarðandi lestrarráð og dekan til viðmerkingar. Tíðarfreistir í tilgongdini eru ásettar í mannagongdini fyri árligar støðulýsingar. 

Reglulig eftirmeting av útbúgvingum

Regluliga eftirmetingin av útbúgvingum (REÚ) byrjar í oktobur, tá innanhýsis eftirmetingarbólkurin verður settur, og frágreiðingin er liðug í august. Tá frágreiðingin er skrivað, verður ein verksetanarætlan gjørd. Tíðarfreistir í tilgongdini eru ásettar í REÚ-mannagongdini.