University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Quality Loop Færøsk

Góðskutrygging á Fróðskaparsetri Føroya

Fróðskaparsetur Føroya arbeiðir miðvíst við at tryggja og menna høga fakliga góðsku á øllum sínum útbúgvingum. Okkara innanhýsis góðskuskipan er grundað á European Standards and Guidelines for Quality Assurance in the European Higher Education Area (ESG, 2015) og er í samsvari við Strategi 2030 hjá Fróðskaparsetrinum. Góðskuskipanin er grundað á eina sterka góðskumentan, har lesandi, starvsfólk og leiðsla øll hava eina felags ábyrgd og ein virknan lut í støðugu menningini av okkara útbúgvingum.

Endamálið við skipanini er at virka fyri gjøgnumskygni, stuðla støðuga menning av lestrarumhvørvinum og tryggja, at allar útbúgvingar eru granskingargrundaðar og eru í tráð við tørvin í samfelagnum. Góðskan er ein felags ábyrgd, sum verður ment gjøgnum samskifti, eftirmeting, íverksetan av broytingum og skipaða viðgerð.

Okkara mál er at bjóða góðskutryggjaðar útbúgvingar, sum eru altjóða viðurkendar, og har lestrarumhvørvið og trivnaðurin hjá teimum lesandi er í miðdeplinum.

Les meira um góðskupolitikkin hjá Fróðskparsetrinum her.

Innanhýsis góðskutrygging í samsvari við Bolognatilgondina

Føroyar arbeiða fram ímóti at gerast partur av Bolognatilgondini, og í hesum sambandi hevur Fróðskaparsetur Føroya ment eina innanhýsis góðskuskipan fyri at tryggja samsvar við rammuavtalurnar, sum Bolognatilgongdin er grundað á.

Grundarsteinar í innanhýsis góðskuskipanin eru European Standards and Guidelines for Quality Assurance in the European Higher Education Area (ESG, 2015), evropeiski førleikakarmurin (European Qualifications Framework for Lifelong Learning, stytt EQF-LLL), eins og ECTS-skipanin (European Credit Transfer and Accumulation System, stytt ECTS), sum sum verður brúkt at lýsa vavi á útbúgvingunum og arbeiðsbyrðuna hjá lesandi.