Góðskueindin
Høvuðsendamálið hjá Góðskueindini er at tryggja, at Fróðskaparsetur Føroya bjóðar øllum okkara lesandi samanhangandi undirvísing, har fakliga góðskan er í miðdeplinum. Ein kjarnuábyrgd hjá eindini er at menna, dagføra og støðugt betra innanhýsis góðskutilgongdirnar og -mannagongdirnar, sum eru grundarlagið undir góðskuskipanini hjá Fróðskaparsetrinum. Hetta verður gjørt í samráð við leiðslu, góðskumenningarnevndina, deildir og fyrisiting.
Góðskueindin hevur yvirskipaðu ábyrgdina av innanhýsis góðskutilgongdunum á Fróðskaparsetrinum og arbeiðir tætt saman við lesandi, starvsfólkum og uttanhýsis áhugapørtum. Eindin er ein stuðulseind, sum ráðgevur og vegleiðir øllum deildum og viðkomandi eindum, tá mannagongdir og tilgongdir verða mentar og settar í verk.
Góðskueindin arbeiðir harumframt fyri at menna eina gjøgnumskygda góðskumentan, har lesandi og lestrarumhvørvið eru í miðdeplinum. Støðuga útbúgvingarmenningin tekur støði í meginreglunum í Bolognatilgondini. Góðskueindin miðlar viðkomandi altjóða karmar, sum góðskuskipanin á Fróðskaparsetrinum er grundað á, og stuðlar starvsfólkum í at vera væl kunnað, virkin og taka ábyrgd av viðkomandi tilgongdum og mannagongdum.
Fyrispurningar til Góðskueindina: qu@setur.fo
Prorektari fyri góðsku og útbúgving: Martin Tvede Zachariasen
+298 292506 · martinz@setur.fo
Leiðari í Góðskueindini: Ingibjørg Hanusardóttir Reinert
+298 292505 · ingibjorgr@setur.fo
Ráðgevi í Góðskueindini: Rebekka Zelander
+298 292529 · rebekkaz@setur.fo