Góðskumenningarnevndin
Høvuðsendamálið hjá Góðskumenningarnevndini er at góðskumenna útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum og at tryggja, at Fróðskaparsetrið altíð lýkur altjóða krøv á útbúgvingar- og góðskuøkinum. Nevndin hevur heimild at taka avgerðir um mannagongdir, sum menna og stuðla undir útbúgvingargóðskuna á Fróðskaparsetrinum.
Góðskumenningarnevndin metir um, umrøður og mennir innanhýsis góðskuarbeiðið á Fróðskaparsetrinum, samstundis sum nevndin skal tryggja, at góðskuøkið støðugt verður raðfest. Limirnir í góðskumenningarnevndini eru bindiliðið millum leiðslu, deildir og fyrisiting og hava ábyrgd av at tryggja, at øll starvsfólk eru væl kunnað um avgerðir hjá nevndini umframt góðskuarbeiðið sum heild.
Nevndin arbeiðir fyri at tryggja, at góðskuspurningar støðugt verða raðfestir, og kann mæla til tiltøk, sum styrkja góðskuna og støðugt menna og seta í verk viðkomandi mannagongdir.
Meira kunning um leiklutir, ábyrgd og mannagongdir hjá Góðskumenningarnevndini er her:
• Arbeiðssetningur og ábyrgdarøki hjá Góðskumenningarnevndini
• Lýsing av leiklutinum hjá góðskuábyrgdara á fakultetunum
• Uppgávulýsing av leiklutinum hjá lesandi í Góðskumenningarnevndini
Limir í Góðskumenningarnevndini:
Prorektari fyri útbúgving og góðsku – Martin Zachariasen
Leiðari á Lestrarskrivstovuni – Ninna Reinert
Umboð fyri útbúgvingarsamskiparar – Rannvá Dávadóttir
Studentaumboð – Sólja Olsen
Studentaumboð – Elin Højsted
Góðskuábyrgdari á DHS – Súsanna H. Tausen
Góðskuábyrgdari á FMD – Paula Gaard
Góðskuábyrgdari á NÁD – Poul F. Guttesen
Góðskuábyrgdari á NVD – Mortan J. Thomsen
Góðskuábyrgdari á SSD – Andras Mortensen
Leiðari í Góðskueindini – Ingibjørg H. Reinert
Umboð fyri Góðskueindina – Rebekka P. Zelander